TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við ungu málhetjuna hjá VÍF kvinnum, Brynju Rógvadóttir, sum við sínum 13 málum var ein avgerandi faktorur, tá VÍF kvinnurnar knógvaðu kyndilskvinnur við einum teprum 25-24 sigri.
- Eg skelvi enn, og nervarnir enn eru uppi at koyra, men eg kendi á mær, at hetta var okkara dystur, greiðir Brynja frá í samrøðuni, tá hon skal seta orð á upplivingina at skora sigursmálið við einum brotskasti í teimum doyggjandi sekundunum av dystinum.
Brynja staðfestir tó, at tað var alt annað enn gott í fyrra hálvleiki, tá Kyndil var á odda 14-9, men ein uppsangur frá Geir Wardum, venjara hjálpti VÍF kvinnunum at fremja eina hugburðsbroyting, sum bar heim týdningarmikla sigurin.
Stigatalvan í hvonndeildini undirstrikar hvussu týdningarmikil sigurin var fyri kvinnurnar hjá VÍF :