TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Brynju Høj hjá Neistanum, aftaná greiða 25-17 (12-7) sigurin hjá Neistanum ímóti Kyndli í tí fyrru FM-finaluni hjá kvinnum, sum var leikt í høllini á Hálsi fyrr í kvøld.
- Vit spældu sera væl, sigur ein errin Brynja Høj. Hon fegnast eisini um, at tað eydnaðist teimum at fáa 25 mál ímóti Kyndli, tí hóast neistakvinnur ofta sigra á kyndilskvinnum, so er tað, sum oftast við einum úrsliti, har liðini liggja undir teimum 20 málunum.
Brynja er sigursvís til aðru FM-finaluna leygardagin, men hon væntar at fáa størri mótstøðu frá teimum grønu leygardagin, tá neistakvinnur eiga heimadyst.