Brynjolfur við í Distortion

Norðurlendski pallurin verður av álvara sýndur fram, nú tiltakið Distortion er í Keypmannahavn í hesum døgum.

Talan er um tónleik, ið er at hoyra á modernaðu dansigólvunum. Distortion fer fram í Keypmannahavn í gøtunum og á ymsum dansistøðum, og talan er um tað sum summi útnevna til eina gøtuveitslu, ið veruliga setir dám á býarmyndina.

Eitt av norðurlendsku tónleikanøvnunum, ið er við, er føroyskt, nevniliga Brynjolfur á Heygum.

Pallnøvnini eru:

KASPER BJØRKE & SEXY LAZER aka. THE MANSISTERS (DK/IS)

 

MARGEIR (GLUTEUS MAXIMUS) (IS)

 

SKATEBÅRD (NO)

 

BRYNJOLFUR (FO)

 

ANTONY CHARLES (FO)

 

Meira sæst á www.nordicstage.dk