Umframt at luttaka á almennu SPOT-skránni var bólkurin á tveimum tiltøkum, ið G!Festivalurin fyriskipaði fyrst í Keypmannahavn hóskvøldið og síðan í Århus fríggjakvøldið, í hesum sambandi varð kunngjørt, at Budam er á skránni fyri G!Festivalin í ár. Budam spælir søgur, og hesar hava m.a. verið lýstar sum at hoyra sjónleik, ella at hoyra porno. Budam gevur í næstu fyrst fløgu sína út við heitinum Stories of Devils, Angels, Murderers and Lovers á plátufelagnum TUTL.