Sunnukvøldið 13. juli kl. 20.00 verður konsert við Budam í Gamla Reinsaríi á Tórsgøtu. Budam hevur seinastu tídina búleikast í London, har hann hevur arbeitt við tilfari til eina komandu fløgu. Bólkurin fer í vetur á eina umfatandi konsertferð í Europa, har hann m.a. skal spæla á navnframa Les Trans Musicales festivalinum í Rennes í Fraklandi. Hesin festivalurin er m.a. kendur fyri at vera millum teir fyrstu at taka ókendar bólkar inn at spæla, ið seinni vísa seg at gerast sera kendir; tveir teirra eru Portishead og Nirvana. Konsertin sunnukvøldið fer at leggja upp til nýggjan tónleik, spennandi søgur og hugtakandi sang. Budam ætlar sær at nýta hetta høvið til at savna sær kreftir til at leggja Europa fyri sínar føtur. Við á konsertini sunnukvøldið eru Magnus Johannesen, Ása Wraae og Heiðrun Petersen. Eisini fara Oddfríður Rasmussen, Karl Johan Jensen og Sigrið Gaini at lesa yrkingar upp.