– Tað hevur verið buldrasligt, ljóðaði svarið frá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun, tá vit spurdu hann hvussu vikuskiftið hjá teimum hevði verið.
Ikki færri enn 11 fólk vóru handtikin fyri alt frá harðskapi, til herverk og húsaófrið.
Harðskapsmálini vóru tvey í tali. Tað fyrra var í Tórsgøtu í Havn leygarnáttina, har ein 15 ára gamal drongur fekk ein beint framman á frá einum 22 ára gomlum. Tann 15 ára gamli small niður í asfalti og fekk eisini nakað av skaða av fallinum. Løgreglan tók 22 ára gamla mannin og arbeiðir nú víðari við málinum.
Seinna harðskapsmálið var somuleiðis í høvuðsstaðnum, tá ein 18 ára gamal var sligin niður uttan nakra orsøk. Eisini her var gerningsmaðurin 22 ára gamal, men tó ikki tann sami sum í fyrra førinum. Løgreglan fekk ikki fatur á manninum beinanvegin, men fangaði hann seinni úti í einum húsum í býnum. Hesin 22 ára gamli hevði framman undan ein treytaðan dóm fyri harðskap.
Vakthavandi á løgreglustøðini heldur, at talið av brotum á politiviðtøkurnar er vaksandi.
– Tað tykist ikki sum um, at fólk duga at uppføra seg. Tað plagar at vera friðarligt hesa ársins tíð, men soleiðis hevur tað ikki verið nú, sigur vakthavandi og leggur so aftrat, at møguliga er føstulávint orsøkin til hetta.
6 mistu kortið
Annars byrjaði vikuskiftið tíðliga hjá løgregluni og endaði seint. Longu fríggjanáttina vóru fleiri mál, tá miðnámsskúlaball var í høvuðsstaðnum. Tá tók løgreglan trý fólk fyri brot á politiviðtøkurnar, og um morgunin fekk løgreglan ikki færri enn seks mál aftrat at takast við. Hesi vóru øll um innbrot og stuldur í úthúsum og hjallum í býnum, har fólk høvdu verið og stolið kjøt, fisk, øl og tað sum sterkari er.
Sunnukvøldið var løgreglan eisini úti. Hesaferð á Kollafjarðarleiðini har teir gjørdu ferðmátingar. Løgreglan máldi ferðina hjá bilunum í óbygdum øki og tók fýra førarar, sum kunnu síggja fram til eina treytaða frádøming av koyrikortinum, tá teir vóru máldir at koyra millum 115 og 122 kilometur um tíman.
Aftrat hesum vóru tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring um vikuskiftið, og missa teir nokk eisini koyrikortið.
Nakað soleiðis ber til at taka samanum úr 40 síðu longu vikuskiftisfrágreiðingini frá løgregluni, sum nú hevur fleiri mál at arbeiða víðari við.