Tvey eru farin úr flokkinum, og tvey eru farin úr landsstýrinum. Javnaðarflokkurin hevur havt eitt buldrut valskeið.
1.september 2015. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 8 tingfólkum og 8093 atkvøðum. Eitt rimmar val til flokkin, sum síðani gjørdist løgmansflokkur.
15. september 2015. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skipa 17 mannað samgongu og skriva undir samgonguskjal. Sama dagin boðar Sonja Jógvansdóttir frá, at hon tekur seg úr Javnaðarflokkinum.
Í januar 2018 boðar Kristin Michelsen frá, at hann ikki kennir seg bundnan til at atkvøða við Javnaðarflokkinum, men heldur tekur støðu frá máli til mál. Og eitt ár seinni, 3. januar 2019, slitnaði heilt millum partarnar, tá ið Aksel V. Johannesen boðaði frá, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum og heldur ikki sleppur at stilla upp fyri flokkin til komandi val.
Sostatt gjørdist Javnaðarflokkurin tvey tingfólk færri, og fór frá 8 tingfólkum 1. september 2015 til 6 tingfólk í januar 2019.
1. oktober 2018, leggur fyrsti landsstýrismaðurin í samgonguni frá sær. Henrik Old, skiparin úr Vági, takkar fyri seg eftir trý ár í landsstýrinum sum samferðslumálaráðharri. Orsøkin var spurningurin um, hvørt tunnil fyrst skuldi gerast til Dals ella til Fámjins. Samgongan vildi lurta eftir Landsverki og gera tunnilin til Dals fyrst, meðan landsstýrismaðurin sjálvur helt, at tann til Fámjins skuldi raðfestast hægri enn samgongan vildi.
21. januar 2019, sum also er í dag, tekur Rigmor Dam avleiðingarnar av ruðuleikanum á Landsverki. Orsøkin til, at Rigmor Dam bað løgmann loysa seg úr starvi sum landsstýriskvinna er, at omaná stóra ruðuleikan um Glasir, sum hevur verið, er enn meira rumbul áveg. Tí Rigmor Dam skrivar, at enn einaferð eru boð komin úr Landsverki um, at rokningar fyri tíggjutalsmilliónir liggja hjá Landsverki, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Og Rigmor Dam skrivar, at hetta hendir hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár.
Heðin Mortensen tók yvir fyri Henrik Old í samferðslumálaráðnum. Spurningurin er nú, hvør tekur yvir fyri Rigmor Dam í mentamálaráðnum.