Buldur og brak í Gundadali

B36-GÍ:

Úti við 1.800 áskoðarar sóu B36 vinna seg upp á fremsta sessin í landskappingini eftir ein spennandi, ferðmiklan og til tíðir væl leiktan fótbóltsdyst móti GÍ

 

Fótbóltur


At nógvir áskoðarar høvdu leitað sær til Gundadal sunndagin, man neyvan koma óvart á nakran. Dysturin, sum meira enn nakar annar var róptur til at vera gull-dysturin, stóð á skránni, tá B36 tók ímóti GÍ.

Hesi bæði liðini hava verið mest sum í serflokki higar til í landskappingini, og undan dystinum sunnudagin hevði GÍ ongan tíð tapt, meðan B36 bert eina ferð - Í Gøtu ? var farið stigaleyst av vøllinum.

Mongu áskoðararnir fingu eisini ein rættiliga lívligan fótbóltsdyst at síggja. Spælið var kanska ikki alla tíðina so polerað, men ferðin var nógv, spenningurin stórur, og partvíst var veðrið eisini á eini heilt góðari leið.


Málið lat upp

Fyrstu løtuna tóktist tað tó, sum um liðini høvdu dekan ov stóra virðing fyri hvørjum øðrum, ella var tað kanska óttin fyri at gra mistøk, sum viðførdi, at hvørgin parturin vildi leypa framav.

Høga press-spælið, sum fyri ein stóran part hevur eyðkent liðini, var at kalla burtur fyrsta korterið. Bíðað varð nærum á egnari hálvu eftir mótstøðumonnunum, og hetta gjørdi eisini, at spælið fyri tað allar mesta gekk fyri seg á miðvøllinum hesa løtuna.

Álopsmennnir, sum hjá báðum pørtum tóktust sera einsamallir hesa løtuna, vórðu væl ansaðir av verjuni, og varð bólturin vunnin niðri við egnan brotsteig, varð bólturin heldur sparkaður langt av vøllinum, heldur enn at royna at spæla seg burtur úr verjustøðuni.

Tað tóktist, sum um dysturin hevði tørv á einum máli, fyri at loysa eitt sindur upp fyri nervunum, men hinvegin var ilt at fáa eyga á, hvaðani hetta skuldi koma, so tað var sum so sera hóskandi, at talan var um eina deyðbóltsstøðu.

Tað var annars ilt at fáa eyga á nakað fríspark, tá Bartal Eliasen og Heðin á Lakjuni lupu upp eftir einum bólti. Bartal kom nakað væl betri upp enn Heðin, sum fór bóltandi niðuraftur, og floytan ljóðaði.

Jákup á Borg varð settur at skjóta, og hóast bólturin bar við eitt GÍ-høvd á veg upp um múrin, so gjørdi hetta bara, at bólturin klistraðist enn longu upp móti tríkantinum, og so var B36 á odda.


John syrgdi fyri rest

Málið setti av álvara ferð á dystin. Gøtumenn vóru sjálvandi alt annað enn nøgdir um at vera aftanfyri, og royndu tí at trýsta spælið longur niðan, meðan hetta hinvegin gav betri rúmd hjá B36 at spæla kvika álopsspælið, sum teir hava megnað so væl higar til í ár.

Tað gekk heldur ikki long tíð, so var bólturin aftur í GÍ málinum. Uppspælið kom upp ígjøgnum vinstru síðu, har Heðin á Lakjuni varð sendur avstað, men tað, sum síðani hendi, syrgdi John Petersen einsamallur fyri.

Hann mundi annars hava einar tríggjar gøtumans rundan um seg, tá hann fekk sendingina frá Heðini, men hetta tóktist tó ikki at nerva landsliðsleikaran á nakran hátt. Hegnisliga ? og kanska eitt sindur heppi ? fekk hann bóltin fram við allari GÍ-verjuni, áðrenn hann við vinstra beini smekkaði flatt móti handara stólpa.


Góvust ikki

Fagnaðurin í B36 skýlinum var øgiligur hesa løtuna, men tað var tó heilt skjótt, at gulu herrópini úr tí, sum nú verður nevnt Bygdaskýlið, tóku yvir.

Hevði onkur hildið, at gøtumenn fullu í fátt, nú teir høvdu fingið tvey mál ímóti sær, so fór viðkomandi so púrasta skeivur í hesum. Ístaðin løgdu teir enn meira fyri í royndunum at trýsta. Á miðvøllinum var dysturin millum Magna, Zdzislaw og Pól Henning øðrumegin og Klæmint, Jan og Jákup hinvegin somikið harður, at vongverjarnir hjá B36 ofta máttu hjálpa, og serliga í høgru álopssíðu hjá GÍ opnaði hetta fyri møguleikum.

Spakuliga otaðu teir so longri og longi oman á B36 málið, og tað tóktist bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. B36?arnir hinvegin bardust av øllum alvi fyri at verja leiðsluna. Ta einu ferðina bjargaðu teir tvær ferðir upp í slag á sjálvari málstrikuni, og fleiri ferðir hoppaðu harraleysir bóltar í brotsteiginum, uttan at GÍ tó fekk gjørt sær dælt av hesum.

Málið mátti koma fyrr ella seinni, og á hálva tímanum fingu gøtumenn løn fyri stríðið. Magni Jarnskor hugsaði skjótari enn mótstøðumenninir, tá hann smoygdi sær inn í brotsteigin, og ætlan hansara var heilt greið. Hann prikaði bóltin fram við tveimum verjuleikarum, og tá ein fótur so kom fyri, var brotssparkið ein veruleiki. Henning Jarnskor varð settur at skjóta, og hóast Tróndur Vatnhamar toygdi seg rætta vegin, so var bólturin inni, og GÍ var so sanniliga eisini inni aftur í dystinum.


Um tað var tí gøtumenn høvdu nýtt ov nógva orku til at fáa málið, ella um tað bara var tað, at teir ikki megnaðu at halda ómenniskjasligu høgu leikferðini, skal vera ósagt, men seinastu løtuna av dystinum vóru tað aftur havnarmenninir, sum fingu yvirtakið.

Seinastu fimm minuttirnar undan steðginum vóru tað teir, sum kringsettu GÍ brotsteigin, og beint undan seinasta bríkslinum fingu teir tað so sera týdningarmikla málið.

Eftir stutt hornaspark eydnaðist tað Jákupi á Borg at sneiða Poul Henning Jacobsen av, og tá stutta innleggið kom, fekk Fróði Clementsen stýrt bóltinum inn við nærmastu stong.


Aftur og fram

Tað hendi ikki nógv meira í fyrra hálvleiki, men tað sama kann so sanniliga ikki sigast um dystargongdina í seinna hálvleiki.

Hóast einki mál kom afturat, so var hetta so avgjørt ikki tí málmøguleikarnir trutu.

John Petersen legði linjuna mest sum alt fyri eitt, tá hann fýra minuttir inn í seinna hálvleik slapp púra leysur móti Halli Hansen, men dragingin fram við málverjarnum gjørdist ov long.

Hesin møguleikin kom eftir eitt langt spark úr verjuni hjá B36, og yvir høvur var tað nú soleiðis, at GÍ trýsti og trýsti, meðan B36 hinvegin vóru sera vandamiklir í skjótu mótálopunum. Heilt nær við var GÍ, tá Helgi úr stuttari fjarstøðu toygdi seg eftir einum skoti, men hann megnaði bert at avrætta bóltin upp um málið hjá Trónda Vatnhamari.

B36 hevði so sanniliga eisini sínar møguleikar. Millum annað tá Heðin av Lakjuni rann úr brotsteigi til brotsteig, uttan at nakar gøtumaður megnaði at fylgja honum, men helst vóru kreftirnar tá gingnar undan, og sjálv skotroyndin gjørdist tí ov óneyv.

Júst Heðin var annars saman við John Petersen avgjørdi lyklaleikarin í kontraspælinum hjá B36. Heðin við sínum skjótleika og John við sínum eginleika at halda bóltinum, meðan tað serliga vóru teir báðir á miðvøllinum, Jan og Klæmint, sum saman við Jens Kristiani ruddaðu í verjupartinum.


Sámal, Sámal

GÍ royndi at broyta støðuna. Sámal Joensen varð settur á vøllin, og Bartal varð fluttur fram. Fyrst á miðvøllin og síðani í álopið, og júst teir báðir stóðu eisini fyri størsta møguleikanum í øllum dystinum, sum tó eisini varð misnýttur.

Bartal breyt ígjøgnum høgrumegin, og flata sendingin var ov uttarliga, til at Tróndur kundi gera nakað. Sámal Joensen hevði soleiðis alt málið fyri seg sjálvan, tá hann skuldi skumpa bóltin seinasta pettið inn um mállinjuna, men onkursvegna misnýtti miðvallarin gylta møguleikan, og tá tóktist tað mest sum greitt, at GÍ skuldi tapa.

Tað vóru tá fimm minuttir eftir, og eitt mál her hevði helst lagt eyka trýst á heimaliðið, sum tá tóktust vera væl moyrari enn gøtumenninir. Teir høvdu so eisini havt fýra mans í landsliðshópinum, meðan GÍ ongan hevði, men yvirhøvuir tókust gøtuemenn at vera sterkari kropsliga. Var talan um ein triðja hálvleik hevði GÍ helst vunnið hendan trygt, men somikið langt komu teir ongantíð.


Eingin tekur tey

Við sigrinum fór B36 sum kunnugt fram um GÍ á stigatalvuni, har trý stig skilja partarnar, tó at GÍ hevur spælt ein dyst færri, og eftir dystinum sunnudagin at døma, er lítið at ivast í, at B36 er favorittur at vinna FM-heitið.

Í øllum førum er sera ilt at síggja, hvat lið skal kunna gera nakað sum helst við hesi bæði liðini, tað sum eftir er av kappingarárinum.

Kropsliga tykjast gøtumenn at vera nógv betri fyri enn nakað av hinum liðunum í deildini, meðan B36 helst eru teir, sum duga mestu gandakynstrini við bóltinum. Sjálvandi kann annar parturin ? ella báðir ? renna seg í ein ringan dag, soleiðis at okkur tóneyðugt stig verður tveitt burtur, men verður spælið bara á leið sama støðið, sum tað var sunudagin, so fara bæði liðini at hava 49 stig, tá landskappingin 2001 er av.

Somikið nógv betri enn hini liðini tykjast hesi vera í løtuni, og saman skaptu tey so eisini besta dystin, sum er leiktur hetta kappingarárið.


B36-GÍ 3-1 (3-1)

1-0: Jákup á Borg 13

2-0: John Petersen 16

2-1: Henning Jarnskor (br.) 30

3-1: Fróði Clementsen 45


Dómari: Suni Johansen (SÍF)


B36: Tróndur Vatnhamar ? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Fróði Clementsen ? Pól Thorsteinsson, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen ? John Petersen, Heðin á Lakjni

GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Helgi L. Petersen