Bumba í Jerusalem kravt eitt mannalív

Eitt fólk doyði, og 31 fingu skaða, tá ein bumba brast tætt við eina bussstøð í ísraelska býnum Jerusalem seinnapartin. Ísraelski rygdarráðharrin Yitzhak Aharonovitch sigur við blaðið Jersalem Post, at onkur setti bumbuna frá sær beint við ein buss, sum støð á støðini. Men arabiska sjónvarpið Al-Jazeera sigur, at bumban brast inni í einari telefonkiosk.

Myndugleikarnir hava biðið fólk halda seg burtur frá busstøðini, og øll ferðsla er beind aðrar vegir. Samstundis hevur løgreglan stongt allar vegirnar til Jerusalem.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, skuldi til Russlands at vitja, men hann hevur gjørt av at útseta ferðina.