Seks fólk fingu skaða, tá ein bumba brast á einari væl umtóktari ferðamannastrond í Kemer í Turkalandi í morgun. Bumban brast tætt við Viking-hotellið. Sjónvarpið NTV veit at siga, at bumbumaðurin ella bumbumenninir høvdu grivið bumbuna niður í sandin.
Guvernørurin í landslutinum Antalya váttar fyri amerikonsku tíðindastovuni AP, at seks fólk vórðu løstað av bumbuni, men sum skilst fekk eingin álvarssamar løstir.
Enn hevur eingin átikið aær ábyrgdina av spreingingini, men kurdiskir uppreistrarmenn, sum berjast fyri at loysa tann kurdiska partin frá Turkalandi, hava fyrr søkt at frítíðarplássum.