Undir avhoyringunum í Oslo í dag, segði Anders Behring Breivik, at endamálið við bumbuni uttan fyri stjórnarhúsini í býnum var at beina fyri øllum ráðharrunum, eisini forsætisráðharranum. Hann segði, at hann hevði brúkt eitt ár til at fyrireika álopið.
Breivik hevði lagt bumbuna í ein vøruvogn, sum hann hevði leigað til endamálið. Hann setti bilin uttan fyri stjórnarhúsini seinnapartin tann 22. juli.
-Eg var vápnaður og í skottryggum vesti. Eg ætlaði ikki, at nakar skuldu forða mær at fullføra mína ætlan, og tí var eg til reiðar at festa í fjúsið, um onkur skuldi roynt, segði Breivik í rættinum seinnapartin.
Tá hann kom til stjórnarhúsini, stóð ein bilur har, sum hann skuldi seta vøruvognin, so hann noyddist at parkera eina aðrastaðni. So festi hann í fjúsið og gekk teir 200 metrarnar til bilin, sum hann hevði sett frá sær har frammanundan. Hann legði nú leiðina til Utøya. Á vegnum hoyrdi hann í útvarpinum, at ein bumba var brostin uttan fyri stjórnarhúsini í Oslo, og at minst eitt fólk hevði latið lív.
-Eg skilti, at álopið hevði ikki kravt so mong mannalív, sum eg hevði roknað við, og eg gjørdi tí av at fullføra alla mína álopsætlan, segði Breivik undir avhoyringini seinnapartin.