Eitt flogfar hjá amerikanska flogfelagnum Delta Airlines, sum var á veg úr París til Atalanta, fekk boð um at seta seg í statinum Maine, eftir at eitt av ferðafólkunum segði seg hava tikið eina bumbu við umborð á flogfarið.
Løgreglan sigur, at maðurin segði seg hava eina bumbu í einari tasku, sum hann hevði tikið við umborð á flogfarið. Trygdarmenn í flogfarinum tóku alt fyri eitt mannin.
Av trygdarorsøkum fekk flogfarið boð um at broyta kós og at seta seg í Maine, og har varð maðurin latin løgregluni til avhoyringar, skrivar AP, sum leggur afturat, at maðurin er amerikanskur ríkisborgari.
243 fólk vóru í flogfarinum, sum er av slagnum Airbus 330.