Bumbuhóttan ímóti Lalandia

Frítíðardepilin Lalandi á Lollandi í Danmark hevur aftur í dag fingið eina bumbuhóttan.

Frítíðardepilin Lalandi á Lollandi í Danmark hevur aftur í dag fingið eina bumbuhóttan.

 

Sama skilið var í gjár, tá frítíðardepilin eisini mátti evakuerast.

 

– Tað er næstan sum í gjár. Nú byrja vit bara umaftur. Vit hava evakuera og sperrað av økið, sigur vaktleiðarin hjá Sydsjællands- og Lollands Falsters Politi við Ekstra Bladet.

 

– Vit hava hundar á staðnum og bíða eftir bumbuserfrøðingum.

 

Politiið fann ein seðil á eini matstovu í Lalandia fríggjadagin. Tað sama hendi í dag umleið klokkan 17:30, men politiið enn er í ferð við at kanna hóttanina í gjár.

 

– Tað er sjálvandi ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu, men tað kann sjálvandi vera talan um sama persón. Tað er sjálvandi ein teori, sum vit arbeiða útfrá, sigur vaktleiðarin við Ekstra Bladet.