Bumbumaðurin avdúkaður

Amerikanska sjónvarpið CNN sigur nú, at samveldisløgreglan FBI hevur avdúkað og handtikið mannin, sum legði tær báðar bumburnar í Boston. Sum skilst er maðurin avdúkaður út frá myndum, sum eitt vakmyndatól tók framman undan spreingingunum.

FBI skuldi halda tíðindafund í Boston klokkan sjey í kvøld okkara tíð, men tíðindafundurin er nú útsettur tríggjar tímar, og tað tulka eygleiðarar, sum at løgreglan hevur okkurt avgerandi í málinum. Summar tíðindastovur skriva, at tann handtikni maðurin kemur fyri rættin longu í kvøld.

Bæði FBI, løgreglan og Barack Obama, forseti, hava lovað amerikanska fólkinum at finna bumbumannin ella bumbumenninar og at revsa hann ella teir.