Bumburøð í Bagdad - 75 deyð

Minst seks bumbur og granatir brustu at kalla samtíðis í irakska høvuðsstaðnum fyrrapartin. Myndugleikarnir siga, at álopið var ætlað fleiri almennum bygningum og stovnum í Bagdad.

Ein bumkba brast uttan fyri tinghúsið. Í sama býarparti eru fleiri útlendskar sendistovur og høvuðsskrivstovan hjá amerikonsku herdeildunum í Irak.

Uttan fyri uttanríkisráðið brast ein bilbumba, og uttan fyri løgmálaráðið fór ein lastbilur í luftina.

Myndugleikarnir siga, at 75 fólk eru funnin deyð, og at umleið 300 eru særd í atsóknunum. Teir rokna við, at talið á deyðum fer at veksa.