Skal Tórshavnar kommuna rinda fyri, at ein privat fyritøka fær atgongd til okkara vegakervi?
Tann spurningin setir Tróndur Sigurðsson, sum er býráðslimur í Havn.
Hann vísir á, at um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur soleiðis, sum Kári P. Højgaard og samgongan ætla, so fer tað at hava við sær økta ferðslu.
Tað gevur ikki bara inntøkur til privatu eigararnar tað hevur eisini við sær útreiðslur fyri Tórshavnar Kommunu, har vegakervið kemur undir størri trýst, sigur býráðslimurin.
Hann heldur ikki, at tað er Tórshavnar kommuna, sum skal gjalda gildið.
Sjálvur helli eg til at krevja bummgjald frá teimum, sum fara at nýta nýggju privatu farleiðina. Ferðslan runt í Havnini er ikki optimal. Landsverk hevur valt at prioritera aðrastaðnis í landinum, hóast ferðslan onganstaðni er so nógv sum júst í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson, sum eisini vísir á, at íbindingarvegurin til nýggja tunnilin er oman fyri Hoyvíkina, har Tórshavnar Kommuna hevur gjørt alt vegakervið, sum kommunan skuldi gera, men arbeiðið er steðgað upp av Landsverki og kemur tískil ikki víðari.
Henda farleið er alneyðug fyri at hava trygga ferðslu í høvuðstaðnum, sigur Tróndur Sigurðsson.