Búnaðarstovan skipar fyri skeið í grønmetisvelting

Búnaðarstovan skrivar, at 28.februar verður skeið um grønmetisvelting á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Hetta er fyrsta skeið av í alt fimm skeiðum, sum ætlanin er at hava í ár

Fyrsta skeið snýr seg um fornæling av eplum og ymiskum grønmeti, at gróðurseta kálgarð, gera hábeð, velting av soppum, 'mikrogreens' og øðrum.

 

Undirvíst verður um sjálvar planturnar, og hvussu farið verður fram praktiskt, tá byrjað verður at velta egið grønmeti. Nakrar royndir við fræ verða gjørdar. Undirvísarar verða Gunnar Bjarnason og Kim Neider.

 

Skeiðið er ókeypis, men av praktiskum áðum, hava vit fyri neyðini at vita, hvussu nógv luttaka, tí krevst tilmelding. Meldað verður til skeiðið við at senda teldupost til Kim Neider, gartnara: [email protected] ella við at ringja 299023. Freistin at melda til skeiðið er fríggjadagin 27.02.26 kl. 12.00.

 

Skeiðsrøðin verður gjørd í samstarvi við Mat- og tilfeingishúsið, Veltuna, Matkovan og Rótina. Sum sagt, er hetta ætlandi 1. av 5 skeiðum í alt.

 

Næsta skeið verður meira praktiskt í vakstrartunnlinum á Sandi hin 11. apríl, kl. 13.00 til 16.00, har evnið er fornæling, taðing og umplanting av spírum. 

 

3. skeið verður eisini av tí praktiska slagnum í vakstrartunnlinum á Sandi, hin 9. mai 2026, frá kl. 13.00 til 16.00. Tann dagin verður undirvíst í at gróðurseta planturnar og um trupulleikar, sum skeiðsluttakararnir hava havt, síðan síðsta skeið.

 

4. skeið verður skipað sum opið hús í vakstrartunlinum á Sandi, hin 13. juni 2026.  Víst verður runt í tunnlinum og greitt verður frá vøkstrinum, sum er í tunnlinum júst tá. Tann dagin kunnu fólk koma til tunnilin millum kl. 10.00 og 17.00.

 

5. og síðsta skeið verður 12. september 2026 frá kl. 13.00 til kl. 16.00 á Rótini í Klaksvík, tá verður undirvíst í niðursjóðing av ársins grøði.

 

Hetta er ein skeiðsrøð, har ynskiligt er, at somu luttakarar eru til øll skeiðini. Hetta er tó ikki krav, og meldast skal til hvørt einstakt skeið.