Bundin inni alt summarið

Í fýra vikur sleppur Bodil Joensen í Klaksvík ikki av fetanum. Stuðulin hjá fjølbrekaða Kjartani er í summarfrí, og Stuðulsfólkaskipaninan fyri børn og ung hevur heldur ikki í ár funnið nakran avloysara

Fólk flest gleða seg til summarið, at njóta ta ljósu tíðina, halda frí frá arbeiði og hvíla seg.

Men fyri Bodil Joensen í Klaksvík er summarið lítið at gleða seg til.

Bodil og maðurin eiga trý børn, ein sonur er hálvt annað ára gamal, dótturin er fýra ára gomul, og so er tað níggju ára gamli Kjartan, sum er fjølbrekaður.

Dagliga lívið hjá teimum er, at tey smáu eru heima hjá mammuni, og Kjartan er í skúla um dagin. Eftir skulatíð, og tá feria er, hevur hann stuðul.


Sama søga hvørt ár

Men nú er fasti stuðul hansara farin í summarfrí út í eitt í fýra vikur.

- Tað sama hendir hvørt summar. Tá ið fasti stuðulin fer í summarfrí, standa vit við ongum stuðli, sigur Bodil.

Hendan trupulleikan hava tey rent seg í sjey summar á rað, líka síðan tey fluttu úr Danmark aftur til Føroya.

- Tey fyrstu summarini vóru ikki so strævin, tí tá áttu vit bara Kjartan, og hann var lítil og lættur. Nú hava vit fingið tvey børn aftrat, og Kjartan, sum annars er lættur, vigar 17 kilo. Eg orki ikki longur so væl at lyfta hann, sigur Bodil, sum leggur aftrat, at Kjartan annars er lættur at fáast við.

Kjartan er so mikið fjølbrekaður, at hann skal hava hjálp til alt.

Bodil er tí bundin inni allan dagin, meðan maðurin er til arbeiðis. Hon sleppur ikki so frægt sum til handils og má tí senda onnur fyri seg. Hevði tað ikki verið fyri tað, at skyldfólk og vinfólk vóru so fitt at hjálpt henni, hevði staðið illa til, sigur hon.

Bodil sigur, at Kjartan skilir alt og er harmur um skilið.


Skipanin er trupulleikin

- Men tað er ikki hann, sum er trupulleikin. Trupulleikin er skipanin, ið ikki virkar. Tað kann heldur ikki vera rætt, at stuðulin fer í summarfrí við ringari samvitsku, tí stuðulin hevur sum øll onnur rætt til summarfrí, sigur Bodil.

Bodil hevði verið nøgd, um Kjartan bara fekk stuðul í fýra tímar um dagin í summar, tí so hevði hon fingið í hvussu er eina løtu at gjørt síni ørindini ella at hvílt seg. Mangan treingir hon til hvíld, serliga tá ið Kjartan hevur verið vakin um náttina.

Bodil fekk at vita frá stuðulstænastuni, at hon kundi sjálv royna at finna ein avloysara fyri stuðulin í summar. Tað var ikki lætt á hægstu summartíð, og ein stuðul skal eisini veruliga tíma hetta serliga arbeiði.

Tað eydnðist henni at finna ein avloysara, og tá ið hon so spurdi stuðulstænastuna, um stuðulin bara kundi senda rokning, fekk hon at vita, at tað gekk ikki. Skil skuldi vera í, søgdu tey.

Bodil veit, at fleiri foreldur at fjølbrekaðum børnum eru í somu støðu, sum tey eru í. Hon vónar, at hetta er seinasta summarið, tey verða slept upp á fjall.


Ringast í Norðoyggjum

Bara Mary í Garði, stjóri hevur loyvi at úttala seg vegna stovnin. Hon er í summarfrí, men gjøgnum onnur starvsfólk í stovninum er eydnast at fáa nakrar skrivligar viðmerkingar frá stjóranum.

Mary í Garði skrivar m.a.

“Júst nú er feriutíð, og ávísir trupulleikar hava staðist av at finna summarferiu-avloysarar. Hetta ger seg serliga galdandi fyri tey børn og ung, har ið stuðul verður veittur ein til ein, tvs. har børnini og tey ungu ikki eru partur av einum toymi. Trupulleikar eru at finna fólk til hesar uppgávur, serliga í Norðoyggjum. Tíverri hevur Stuðulsfólkaskipanin onki dagtoymi í Norðoyggjum, tvs. at allar uppgávur eru einmannsuppgávur. Talan er her um børn og ung við fjølbreki, autismu, ADHD og menningartarni. Um Stuðulsfólkaskipanin kundi haft eitt dagtoymi í Norðoyggjum høvdu einmansuppgávurnar fallið burtur, og arbeitt hevði verið í toymi. Stuðulsfólka-skipanin ásannar, at toymini eru nógv minni viðkvom viðv. fráveru hjá starvsfólkum enn einmansuppgávurnar”.

Stjórin nevnir eisini, at Stuðulsfólkaskipanin hevur mælt foreldrum til at søkja um og nýta teir umlættingarmøguleikarnar, i annars eru í Nærverkinum, eitt nú umlættingarheimið í Skrivaragøtu og Dáan í Klaksvík.

Ógreitt er, hví avloysarin, sum Bodil og tey sjálv funnu at vera stuðul, ikki kundi átaka sær uppgávuna.