Onkuntíð er ikki langt frá hugskoti til veruleika, um mann veruliga trýr upp á sítt hugskot og kempar fyri at føra tað út í lívið. Burðardygga klædnafyritøkan ÖDN WEAR byrjaði sum ein skúlaverkætlan tíðliga í ár, men hevur í dag ment seg til eina veruliga fyritøku við sera høgum ambitiónum.
ÖDN WEAR framleiðir klæðir burtur úr brúktum tjøldum hjá festivalgestum, og fyri hetta hevur nýstovnaða fyritøkan júst móttikið eitt sokallað heimsmálsmikrolegat, sum danski grunnurin Fonden for Enterprenørskab hevur latið. Hetta er ein grunnur, sum stuðlar menning av íverksetan í øllum útbúgvingarstigum, og neyðugt er at søkja um at fáa eitt heimsmálsmikrolegat.
- Vit fingu ein teldupost, har tað stóð, at vit høvdu fingið legatið. Eg trúði ikki ordiliga upp á tað beinanvegin, tí tá vit søktu um tað, fingu vit at vita, at rættuliga nógvar fyritøkur høvdu søkt. Eingin føroyingur hevur fingið tað fyrr, so tað var ógvuliga óvæntað, men samstundis sera stórt, sigur 22 ára gamla Heidi Lindenskov Róadóttir, sum er stjóri í ÖDN WEAR.
Tær tríggjar kvinnurnar, ið mynda fyritøkuna í dag, eru systrarnar báðar Heidi Lindenskov Róadóttir og Sólva Lindenskov Róadóttir, og aftrat sær hava tær fingið sniðgevan Unn Baldursdóttir, sum stendur fyri sniðgevingini av klæðunum.
##med2##
Gagnnýta tjøld á G!
Nýggja fyritøkan samstarvar við G! Festivalin, sum loyvir ungu gentunum at fáa tey tjøld, sum standa eftir á festivaløkinum, aftan á festivalurin er av. Tjøldini verða vaskað og síðan nýnýtt til taskur, jakkar, mappur og annað líknandi.
- Hetta loysir trupulleikan hjá G! Festivalinum, soleiðis at tey ikki nýtast at stúra fyri burturkastinum, sum fylgir við tjøldunum, eins og hetta forðar fyri meira óneyðugari dálking av náttúruni, siga tær og sipa til tað burðardygga atlitið við framleiðsluni.
Byrjaði við einum keðiligum tíma
Alt íverksetaraævintýrið byrjaði í november 2018, tá Heidi Lindenskov Róadóttir sat í tíma í skúlanum.
- Eg fylgdi ikki so væl við, tí tað var ikki so spennandi akkurát tá. Í staðin sat eg og leitaði eftir einum vetrarjakka, tí eg ætlaði at keypa mær ein nýggjan. Beint áðrenn hetta hevði eg lisið eina grein um, hvussu nógv rusk fór vekk á Roskilde Festivalinum. So kannaði eg, hvørjum tilfari eitt tjald verður gjørt úr og fann so útav, at tað sum so verður gjørt úr tí sama, sum regnjakkar verða gjørdir úr. Eg nevndi hetta fyri læraranum, sum helt tað vera eitt gott hugskot, og eftir hetta gekk tað skjótt, greiðir Heidi Lindenskov Róadóttir frá.
##med3##
Føroyameistarar í íverksetan
Hugskotið um jakkar úr brúktum tjøldum slapp veruliga at royna seg í mars, tá Heidi og tríggjar aðrar frá miðnámsskúlanum Glasi luttóku í íverksetarakappingini fyri miðnámsskúlanæmingar, sum eitur Ungt Virki. Tær vunnu kappingina, og eftir hetta ivaðist Heidi Lindenskov Róadóttir ikki í, at ÖDN skuldi blíva til meira enn eina skúlaverkætlan.
Vinnandi bólkurin fekk umframt ein kekk á kr. 5.000 frá Betri eina ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har bólkurin slapp at umboða Føroyar til DM í Ungum Virki, sum varð hildið í apríl.
Beint eftir tær vunnu FM í Ungum virki, segði ungi stjórin soleiðis við in.fo:
- Vit spæla við tankan um eina framtíð, tí vit halda, at hetta hevur ein sera góðan møguleika at gerast til nakað ordiligt. Vit eru sera positivt yvirraskaðar yvir, at fólk taka so væl ímóti hugskotinum hjá okkum, segði Heidi Lindenskov Róadóttir fyrst í mars mánað í ár.
- Vit skulu ikki tyngja umhvørvið
Genturnar handan ÖDN settu sær frá byrjan av fyri at uppfylla eitt av teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum.
- Vit stuðla serliga tí 12. heimsmálinum, sum inniber, at vit hava eina burðardygga framleiðslu. Tað leggja vit stóran dent á. Umhvørvið skal ikki tyngjast av okkara framleiðslu og fyritøku, og tað tryggja vit við at nýnýta teltini, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir.
##med4##
Legatið gevur góðar møguleikar
ÖDN er tann fyrsta føroyska fyritøkan, sum hevur fingið váttað hetta sokallaða heimsmálsmikrolegatið frá Fonden for Entreprenørskab. Mikrolegatið skal síggjast sum ein viðurkenning og eitt stempul fyri at vera ein burðardygg fyritøka.
- Hetta legatið kann mann brúka til nógv, tá mann berur fyritøkuna víðari. Nú kunnu vit siga, at vit eru ein burðardygg fyritøka við at vísa á hetta legatið. Tað eru ikki nógvar fyritøkur, sum eru burðardyggar, og sum beinleiðis taka eina rávøru, sum annars fer vekk og dálkar, og gera tað um til nakað, mann kann brúka, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir og sipar til brúktu festivalteltini, sum ÖDN ger um til klæði.
Haraftrat tryggjar mikrolegatið ÖDN WEAR eina peningaupphædd á 25.000 krónur uttan MVG.
- Tað letur fleiri hurðar upp fyri virkið, tá tað kemur til framleiðslu og sølu, tí við pengunum kunnu vit seta gongd á framleiðsluna.
Stórar framtíðarætlanir
ÖDN WEAR er enn eitt dømi uppá, at tað loysir seg hjá ungum íverksetum at fylgja sínum dreymum. Hetta eru eisini ráðini frá stjóranum, sum sigur, at mann ongantíð skal geva upp, men tvørturímóti blíva við at trúgva uppá, at tað væl ber til at fáa sítt hugskot til veruleika.
Í løtuni hevur ÖDN WEAR ein nethandil, men tey spæla eisini við tankan um at finna onkran annan handil at selja ígjøgnum.
- Vit hava samband við Roskilde Festivalin í Danmark, so tað kann vera, at vit fara at savna tjøld saman har. Gongur alt, sum ætlað, fara vit at seta fleiri fólk at seyma, og vit arbeiða í løtuni upp á eina nýggja kollektión. Ætlanin hjá okkum er at vaksa so mikið nógv um virksemið, at vit kunnu fara út um landoddarnar, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir, stjóri í ÖDN WEAR.
Høvuðspersónarnir í fyritøkuni verða annars at hitta á Summar Festivalinum og í Norðurlandahúsinum í sambandi við ráðstevnu hjá Rudda Føroyar í summar.