Matur
Talan er um eitt 700 m2 øki, har Burger King, Sunset Boulevard og ein onnur "matstova" skulu húsast. Í hesum sambandi fer Perlan, sum er núverandi matstovan í SMS, at detta burtur.
Burger King er ein tann størsta "fast-food" ketan í heiminum, og eru umleið 26.000 deildir av ketuni spjaddar kring knøttin.
? Hetta hevur verið ein lang mannagongd, at fáa Burger King hendavegin. Tað hevur tikið umleið eitt hálvt ár at fáa alt uppá pláss, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
? Men teir hava so mett, at grundarlag er fyri hesum her. Tað kemur at virka uppá Friendship-basis, sum tað eitur. Hetta vil siga, at tað verður SMS, sum kemur at eiga og reka tað, meðan vit so gjalda eina upphædd til teir.
Alt á sama stað
Sunset Boulevard er ein keta, sum er í Danmark. Her er talan um sandwich, sum tú verður gjørd meðan tú bíðar. Tú kanst fáa bæði grillaðar og ógrillaðar sandwich. Sunset Boulevard leggur seg eftir tí sunnu linjuni og hevur so lítið feitt sum møguligt. Sunset Boulevard kemur eisini at koyra á sama hátt, sum Burger King.
? Hugskotið við tí heila er, at samlað allan matin á einum staðið, og allar matstovurnar koma at vera lið um lið. Sitiplássini verða tey somu. Grundin til, at hetta verður gjørt er fyri at kunna at bjóða so nógv sum gjørligt fram, og somuleiðis nøkta nógvar ymsar tørvir. Tann triðja matstovan er ein pizza/steak, so um ein familja kemur at eta í SMS, so kunnu vit sum so bjóða teimum tað teimum lystir, sigur Niels Mortensen. Allar tær nýggju matstovurnar lata upp samstundis, og er ætlanin at hetta skal vera síðst í september mánaða.