Ein dystur var leiktur í Burn Mansdeildini seinnapartin í dag.
Í høllini í Kollafirði tók KÍF móti Team Klaksvík.
Tað eydnaðist kollfirðingum at vinna dystin 27-24. Í steðginum var KÍF á odda 15-11.
Tá 41 minuttir vóru leiktir var KÍF greitt á odda 23-12. Tað eydnaðist klaksvíkingum at minka um munin til 23-18.
Tá 50 minuttir vóru leiktir var KÍF á odda 26-19. Tá eydnaðist tað Team Klaksvík at minka um munin til 26-23 áðrenn KÍF skoraði til 27-23.
Fríði Weyhe (myndin) var toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum.
Í morgin klokkan 16 spæla H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini, og somu klokkutíð spæla Neistin og VÍF í høllini á Hálsi í Havn.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.f0) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 244 | 195 | 49 | 12 |
KYNDIL | 9 | 255 | 222 | 33 | 12 |
H71 | 8 | 239 | 206 | 33 | 11 |
NEISTIN | 9 | 235 | 255 | -20 | 9 |
KÍF | 10 | 256 | 279 | -23 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 9 | 239 | 282 | -43 | 5 |
STÍF | 8 | 221 | 250 | -29 | 3 |