Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í høllini á Hálsi í Havn vann oddaliðið, Kyndil ein greiðan 26-19 sigur í grannauppgerðini móti Neistanum. Kyndil var á odda 11-8 í steðginum.
Niklas D. Gaard var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Tobias Thisen var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli.
Næstfremsta liðið í deildini, StÍF vann á heimavølli 29-26 á Team Klaksvík, ið avrikaði væl í seinna hálvleiki. Í steðginum var StÍF greitt á odda 18-11.
Við seks málum var Sofus í Selvindi Nattestad toppskjútti hjá StÍF. Við níggju málum var Beinir Johannesen toppskjútti hjá Team Klaksvík.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 28-23 á KÍF. H71 var frammanfyri 16-10 í steðginum.
Við 10 málum var Brian Slyne toppskjútti hjá H71. Við seks málum var Fríði Weyhe toppskjútti hjá KÍF.