Burn: Kyndil vann á H71 í Hoyvíkshøllini

Tvey tey fremstu liðini leiktu seinasta dystin í grundspælinum

Vinnarin av grundspælinum, H71 og tveyarin, Kyndil spældu í kvøld teirra seinasta dyst í grundspælinum í Burn mansdeildini í Hoyvíkshøllini. 

 

Tað eydnaðist Kyndli at vinna 36-33 á H71. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Blaðungi, Boas Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti hjá heimaliðnum við 10 málum. William Skovsager var toppskjútti hjá útiliðnum, somuleiðis við 10 málum.

 

Tveir teir seinastu dystirnir í grundspælinum vera leiktir sunnudagin klokkan 16. Í høllini í Vestmanna hittast VÍF og KÍF, og í høllini á Hálsi hittast Neistin og StÍF. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Hoyvíkshøllini, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

##med3##