Tíggju amerikansk herfólk eru særd í einum iranskum álopi á eina flogstøð í Saudi Arabia.
Sagt verður, at tað var ein iransk rakett, sum rakti støðina í dag.
Keldur siga við Wall Street Journal, at støðan hjá tveimum av teimum løstaðu er álvarslig.
- Fleiri amerikansk flogfør hava eisini fingið skaðar í álopinum, har dronur eisini vórðu brúktar, siga keldurnar.











