Horsens hevur nærum tryggjað sær pláss í endaspælinum

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir vunnu týðandi útisigur

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld ein týðandi dyst um at røkka ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli eydnaðist tað Horsens at vinna greiðan 32-25 á Sønderjyske. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Horsens, ið var á odda 17-11 í steðginum.

 

Maria skoraði tvey mál, men legði upp til heili fimm mál (assist). Hon vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Horsens er nummar sjey í deildini við 20 stigum. Tær eru fimm stig frammanfyri Silkeborg Voel, HØJ og EH Aalborg, ið øll hava 15 stig hvør. Bert liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ kann teoretiskt røkka 21 stigum. Silkeborg-Voel og EH Aalborg hava bert tveir dystir eftir at leika, og kunnu tí í mesta lagi røkka 19 stigum. So snávar HØJ bert eina ferð í teimum komandi trimum dystunum, ella vinnur Horsens annan av tveimum teimum seinastu dystunum í grundspælinum, so hevur Horsens vunnið seg í ovara endaspælið.

 

Í morgin klokkan 13 verður føroyingauppgerð, tá Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taka ímóti HØJ. Vinnur Skanderborg er endaspælsplássið hjá Horsens staðfest. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 hevur Horsens dyst á heimavølli móti Esbjerg.