Farna mikukvøld vann Neistin greiðan 28-21 (11-8) sigur á H71 í 1. FM-hálvfinaluni í Burn mansdeildini í høllini á Hálsi.
Í kvøld var H71, ið vann ein greiðan 27-19 (14-9) sigur á Neistanum, har tað ongantíð kom veruligur spenningur í.
Tí verður brúk fyri triðju og avgerandi FM-hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini komandi hóskvøld klokkan 19.30. Vinnarin av tí dystinum vinnur seg í FM-finalurnar.
Í annaðkvøld klokkan 19 spæla VÍF og Team Klaksvík 2. FM-hálvfinaluna í høllini í Vestmanna. Farna hóskvøld vann VÍF 31-26 (13-14) í Badmintonhøllini í Klaksvík í fyrru FM-hálvfinaluni.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá 2. FM-hálvfinaluni H71-Neistin 27-19 (14-9) :
##med2##