TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jónu Nicolajsen og Róa Holgarsson fyrrapartin á Rás2 í samband við stóra Burn Showdown tiltakið.
Jóna Nicolajsen hevur vart málið hjá B36 farna kappingarár, men nú skal royna at gerast Føroya sterkasta kvinna. Ein Burn Showdown kapping, sum byrjar nú klokkan 17 seinnapartin.
Tríggjar kvinnur hava meldað til. Tær eru Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni, sum er av Toftum, Tóra Martinssdóttir úr Vágunum og Jóna Nicolajsen av Sandoynni.
- Tankin hevur verið til í eina tíð, men ongin hevur gjørt nakað við tað. Sjálvandi skulu tær verða ein partur av tiltakinum. Tað hevur eina ferð verið fimasta kvinna, men ongntíð nakað av hesum slagi í Føroyum , sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari.
Tað er stórur áhugi fyri kappingini í Powerlifting. Heili 20 luttakarar eru tilmeldaðir. 14 menn og seks kvinnur. Her verður kappast í trimum greinum: squat, bench press og deadlift. Hendan kappingin verður søgulig, tí fyri fyrstu ferð verður fullfíggjaða IPF góðkenda útgerð brúkt. Tað er stengur, skivur og benkur til tey trý lyftini í squat, bench press og deadlift.
Tríggir professionellir dómarir frá Eleiko í Danmark og Svøríki koma at døma. Sagt verður, at professionella dømingin kann møguliga koma at síggjast aftur í eitt nú djúpdini av squattunum.
Eisini skal sokallaða press-kommando reglan setast í gildið í føroyskum bench press kappingum. Við press - kommando regluni gevur dómarin boð, tá stongin kann pressast upp aftur í bonkpressinum. Pressar íðkarin stongina upp, uttan boðini eru givin, verður lytfi ikki góðkent. Hetta ger, at lyftið verður rein ráðstyrki, og bringan ikki verður brúkt sum støkkfjøl, siga fyriskiparnir.
Powerlifting:
Sámal Kristiansson
Hans Jose Poulsen
Bogi Andreasen
Jógvan Nón
Svetlana Ananina
Helgi Lamhauge
Poul Lamhauge
Bára Gunnardóttir Justinussen
Rói Holgarsson
Rógvi Jógvansson Magnussen
Armgarð á Regni
Linda Sivertsen
Poul Hallur Davidsen
Hans Jákup Andreasen
Magnus Sivertsen
Oddur Højgaard
Joan Ejdesgaard Thomsen
Steingrímur Viderø Nielsen
Annika Patursson Nørspang
Bjarni Nielsen