Burn: Team Klaksvík møtir VÍF og Neistin møtir H71

Fýra FM-hálvfinalur vera leiktar hesa vikuna

Mynd: Team Klaksvík

Tað vóru útiliðini í FM-fjórðingsfinalunum í Burn Mansdeildini sum vunnu seg víðari til FM-hálvfinalurnar. Skírisdag vann Neistin 31-30 (17-14) á StÍF í høllini á Skála, og páskaaftan vann Team Klaksvík 22-21 (12-10) á KÍF í høllini í Kollafirði.

 

HSF hevur nú boðað frá hvussu FM-hálvfinalurnar vera leiktar.

 

Hálvfinalur 1:

Mikudagin 12. apríl kl. 19.30 Neistin – H71

Hósdagin 13. apríl kl. 18.30 Team Klaksvík – VÍF


Hálvfinalur 2:

Sunnudagin 16. apríl kl. 17.00 H71 – Neistin

Sunnudagin 16. apríl kl. 19.00 VÍF – Team Klaksvík


Hálvfinalur 3:

Um liðini vinna hvør sína hálvfinalu av hálvfinalu 1 og 2, so verður triðja hálvfinalan leikt hósdagin 20. apríl. 

 

Mynd: Team Klaksvík