Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.
VÍF var á heimavøllli í høllini í Vestmanna fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið.
Vestmenningar taptu 27-31 fyri H71. Í steðginum var VÍF á odda 15-14.
Tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan javnleikur 18-18. Seks minuttir seinni var H71 á odda 22-18, og nærri enn tvey mál kom VÍF ikki leiðsluni hjá H71 tað sum eftir var av dystinum.
Filip Jojic var sum so mangan fyrr stórskjútti hjá VÍF. Í dag skoraði Filip 13 mál.
Bogi Hansen og Høgni Højsted vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør.
Í høllini á Hálsi í Havn var grannauppgerð millum Kyndil og Neistan.
Kyndilsmenn vunnu greiðan 28-21 sigur á neistamonnum. Í steðginum var Kyndil á odda 14-11.
William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. Tróndur J. Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum.
Í høllini í Kollafirði leiktu KÍF og StÍF.
Tað endaði við einum sannførandi 29-23 sigri til StÍF. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Tá 50 minuttir vóru leiktir leikaði framvegis javnt á, og StÍF var á odda við bert einum máli, 23-22. Men so skrædnaði hjá heimaliðnum. Strandingar øktu frá 23-22 til 29-22, áðrenn KÍF fekk skotið eitt mál aftur.
Fríði Weyhe var toppskjútti hjá KÍF við sjey málum. Christian Bonde var toppskjútti hjá StÍF við átta málum.
HER ber til síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum VÍF-H71 27-31 (15-14)
##med2##
HER ber til síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Kyndil-Neistin 28-21 (14-11)
##med3##
HER ber til síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum KÍF-StÍF 23-29 (12-12)
##med4##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 244 | 195 | 49 | 12 |
H71 | 7 | 209 | 184 | 25 | 9 |
KYNDIL | 7 | 192 | 176 | 16 | 8 |
NEISTIN | 7 | 183 | 206 | -23 | 6 |
KÍF | 7 | 183 | 198 | -15 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 6 | 168 | 195 | -27 | 4 |
STÍF | 7 | 197 | 222 | -25 | 3 |