Burturi í 24 ár

Í 1982 burturflutti ein hermaður í El Salvador eina fýra ára gamla smágentu, men nú er gentan komin afturíaftur. Mamman, Maura Contreras, hevur leitað eftir dóttur síni og tveimum øðrum børnum, sum eisini vórðu burturflutt undir borgarakrígnum, sum herjaði El Salvador frá 1980 til 1992. Við hjálp frá einum felagsskapi hevur hon nú funnið dóttur sína aftur, men tað var eitt dulnevnt bræv frá einum hermanni, sum leiddi felagsskapin til gentuna. Myndugleikarnir í El Salvador siga, at umleið 700 børn vórðu burturflutt undir borgarakrígnum, og at stjórnarhermenn burturfluttu tey flestu.