Bush-sigur ávirkar rentu og oljuprís

Valsigurin hjá George W. Bush fer helst at hava við sær, at oljuprísurin fer at hækka, og at tað sama fer at henda við rentuni.

Tað heldur í hvussu er búskaparfrøðingurin Peter Kurrild Klitgaard, sum er lektari á Syddansk Universitet. Hann sigur við Ritzau-tíðindastovuna, at Bush hevur lækkað skattin, samstundis sum útreiðslurnar á fíggjarlógini eru øktar nógv, og at tað hevur lagt stórt trýst á dollaran. Tað hevur eisini við sær, at vandi er fyri rentuhækkingum, og hetta fer sjálvandi eisini at ávirka viðurskiftini í Danmark, sigur lektarin.

Peter Kurrild Klitgaard sigur, at sigurin hjá Bush skapar óvissu um, hvat fer at henda í Miðeystri, og tað kann fáa oljuprísin at fara uppaftur longri upp, sigur hann.