Bush vardi og leyp á

Tað var rætt av USA at fara í kríggj við Irak, segði George W. Bush, forseti, í røðu síni fyri amerikonsku tjóðini gjáranáttina. Samstundis leyp hann á teir demokratisku avbjóðararnar

USA
Árni Joensen:
[email protected]

Bush hevur nú lagt seg út í valstríðið upp undir forsetavalið í november. Røða hansara fyri tjóðini gjáranáttina var byrjanin, og tað var týðiligt, at hann legði seg eftir at umrøða tey málini, sum hann veit fara at fáa ein stóran lut í valstríðnum.
? Tað er okkara týdningarmesta uppgáva at verja amerikanskar ríkisborgarar. Tað var rætt av okkum at fara í kríggj við Irak, tí á tann hátt forðaðu vit Saddam Hussein í at gera hóp-oyðingarvápn, segði Bush. Men hann legði samstundis dent á, at eingin skal halda, at bardagin er av.
? Nú eru 28 mánaðir farnir síðani tann 11. september í 2001. Tað kann vera freistandi at halda, at vit hava lagt allan vanda aftur um okkum, men tað er eitt mistak at halda, at tað er so, segði forsetin.
Hann segði seg ikki ivast í, at tað loysir seg at nýta trýst, eisini hermegi. Í hesum sambandi vísti hann á tey broyttu viðurskiftini við Libya, og hann eggjaði Norðurkorea og Iran at gera sum Libya.

Leyp á
Men tað eru onnur viðurskifti enn uttanríkispolitikkurin, sum hava størsta áhugan hjá amerikonsku veljarunum. Tey flestu leggja størri dent á, at tey hava arbeiði, hvussu nógvan skatt tey gjalda, at heilsuverkið virkar, sum tað skal, og at skúlaverkið er gott. Hetta eru kjarnumál hjá demokratunum, og tí nýtti Bush ein part av røðuni til at finnast at teimum demokratunum, sum ætla at bjóða honum av í heyst.
Men tað er eisini neyðugt, tí ein meiningakanning mánadagin vísti, at teir flestu amrikanararnir halda, at demokratarnir hava betri hegni til at stýra búskaparpolitikkinum enn republikanararnir.
Demokartarnir, sum stríðast um at sleppa at stilla upp ímóti Bush, hava undir valstríðnum funnist hvassliga at búskaparpolitikkinum hjá stjórnini, sum millum annað hevur gjørt, at hallið á fíggjarlógini er ovurstórt. Sjálvur segði Bush gjáranáttina, at hann ætlar sær at skerja hallið eina helvt tey næstu fimm árini.