Búskapar-miseran í bakspegli

.

STJÓRIN í Føroya Banka, Jørn Astrup-Hansen, leggur ikki fingrarnar í millum í eini samrøðu, sum Berlingske Tidende endurgevur sunnudagin í eini reportasju uppundir at bankakanningin verður kunngjørd fríggjadagin.


BANKASTJÓRIN skuldsetir óbeinleiðis undanfarnu leiðslurnar í bankanum fyri at hava lænt til vitleysar íløgur og fyri at hava verið við til »skattasirkussið«. Harafturat fáa fyrrverandi løgmenninir, Atli Dam og Jógvan Sundstein, eisini av at vita fyri búskapin í áttatiárunum.


JØRN Astrup Hansen undrast eisini yvir, at Den Danske Bank lat sær allar tær vitleysu íløgurnar um seg ganga, samstundis sum peningur floymdi til landið, so umsetningurin í bankunum øktist 25 prosent ár um ár.


POLITIKKUR er at skipa dagsins samfelag og skipa tað til komandi tíðir. Men í politiska kjakinum hoyrir eisini tað farna við. Partvíst fyri at fáa ymiskar hendingar ella viðurskiftini at hanga rætt saman og partvíst fyri at vísa á tað, sum »vit søgdu«.


Í fleiri ár ávaraði Javnaðarflokkurin ímóti tí vitleysu rentuspekulatiónini. Fólk tóku lán, sum vórðu sett á bók. Innlánini góvu rentuinntøkur, samstundis sum rentuútreiðslurnar fyri lánið kundu dragast frá á sjálvuppgávuni, so skattarokningin minkaði munandi ella hvarv heilt.


MEN bankastjórarnir - Hans Jørgen Larusen, Johan Simonsen, Niels Juel Nattestad, Steingrím Nielsen og Regin Olsen - bedýraðu, at rentuspekulatión fór ikki fram. Tað var í øllum førum minimalt. Men tá tað endiliga eydnaðist Javnaðarflokkinum at fáa aðrar flokkar at ganga við til at avmarka rentufrádráttarmøguleikan, minkaðu knappliga bæði útlán og innlán einar tvær milliardir, tí spekulatiónslánini vórðu »clearað«!


UTTANLANDSLÁNINI, sum vóru við til at kollsigla føroyska búskapin, fóru at floyma inn í landið longu í fyrru helvt í áttatiárunum. Javnaðarflokkurin ávaraði ímóti teimum undan valinum í 1984, men landsstýrið, sum varð skipað fyrst í 1985, steðgaði tíverri ikki lántøkunum uttanlands. Tvørturímóti vuksu tær, og íløgur og forbrúk vuksu út um alt mark.


SJÁLVANDI kundi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum talt saman so hvørt, lán komu til landið, men vit mugu eisini ásanna, at vit høvdu hvørki landsbanka ella líkinda fíggjardeild í landsstýrinum. Javnaðarflokkurin vísti ferð eftir ferð á, at neyðugt var við landsbanka fyri m.a. at stýra peningarenslinum og sum ráðgeva í peninga málum. Lóg um landsbankan varð samtykt í 1978, men bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin settu føtur í spenni at stovna landsbankan.


OG teimum á baki kom bergmálið í Føroya Banka: »Det er unødvendigt med en landsbanke. De opgaver, som landsbanken skal tage sig af, kan vi sagtens klare«. Hetta er eisini ein partur av »bakspeglinum« - og ein partur av sorgarleikinum, sum bankar og fíggingarfeløg í Danmark sanniliga læntu pening til.