SUNNUDAGIN leggur sjónvarpið fyri við næstu evnissendingini undan valinum. Heitið hesaferð er búskapur.
TAÐ verður sera áhugavert at frætta, hvørji boð teir ymsu flokkarnir hava uppá hetta so týðandi og stóra evnið. Vit tosa í veruleikanum um alt landshúsarhaldið: hvussu hetta skal skipast og mennast, ikki bert í komandi tíð, men so sanniliga eisini langt inn í næstu øld. Vit kenna lutvís innihaldið í valskráunum hjá flokkunum og annars, hvat teir standa fyri. Men forvitnisligt verður at hoyra, hvussu umboðini fyri flokkarnar ætla sær at húsast við teimum virðum og teimum amboðum, sum hetta okkara lítla samfelag ræður yvir.
VIT tosa um okkara fíggjarlóg, hana fyri 99 og tær fyri ár 2000 og fylgjandi árini. Tað er eingin loyna, at talan er um eina broytingartíð - um eitt vegamót í føroyska samfelagnum. Tað viðvíkur bæði viðurskiftum okkara við Danmark og umheimin annars, tað snýr seg um skuld okkara, um stovnsrøkt, um endurnýggjan av skipaflota, um at fáa sum mest burtur úr fiskatilfeinginum, um at finna bestu og frægastu pensiónsskipanina til tað støðugt vaksandi tali av eldri fólkum, at fáa sum mest burtur úr ressoursunum, sum fara til heilsuverkið osfr.
HVUSSU duga vit at húsast við øllum hesum - og í egnum hús? Tað er hetta alt snýr seg um. Hvussu skal tú semjast um frægastu og bestu loysnirnar fyri okkum øll við 50 kommunum og 8 politiskum flokkum? Kynstrið má og skal vera at sjóva saman tey ymsu sjónarmiðini og áhugamálini, soleiðis at tey ganga upp í eina felags eind, ið eitur Føroyar og føroyingar.
BÚSKAPURIN er ófrávíkiliga tengdur at vinnulívinum, og tí er torført at tosa um búskap uttan eisini at viðgera grundarlagið, vinnuna. Tíðin er komin hartil, at vit aftur mugu til at gera íløgur í hetta samfelagið, íløgur fyrst og fremst í sunnar og skilagóðar vinnuætlanir, íløgur í samferðslu og flutning, í útbúgving og tøkni, ja rætt og slætt í menniskju. Tí mugu vit til at fjøltøtta allan okkara búskap og fáa lív í hann aftur. Her eru óteljandi møguleikar, hóast Bankin aftur og aftur roynir at fyrigikla fólki, at einki lønandi er at seta pengar í. Tú noyðist fyrst at hugsa í íløgum, áðrenn tað gevur profitt. Og hesar íløgur eigur alt samfelagið at vera við í, eisini Bankin og fíggingarstovnar annars. Vit mugu øll vera við at skapa og byggja upp. Oljuvinnan eigur at vera eina spennandi avbjóðing í so máta.
MEN fiskivinnan er og verður okkara lívæðr. Í hesum sambandi fara vit at sóknast eftir eini positivari viðgerð frá politikarum sum heild til tær ætlanir, sum vinnulívsskribentur okkara gjøgnum nógv ár, John Smith, hevur lagt fram fyri politikarum og her í blaðnum. Boðskapurin hjá John Smith, sum tíanverri alt ov fá gava givið sær far um, er svára einfaldur. Við at hava tey røttu skipini, tey røttu veiðuamboðini, ta røttu hagreiðingina umborð og bestu móttøkuna, flutningin og góðskingina á landi, kunnu vit økja umsetningin til alt landshúsarhaldið so nógv, at vit tá av røttum kunnu kalla okkum heimsins ríkastu tjóð. Føroyar eru so ríkar uppá tilfeingi av øllum slag, at vit til hetta valið og aftaná valið áttu at kunna sett út í kortið eina bjarta framtíð fyri okkara børn og abbabørn, ikki minst nú vit runda eitt nýtt ártúsund. Latið okkum bróta upp um armar, hvør í sær og saman. Latið okkum ikki vera bangin fyri at lurta eftir øðrum, ið eisini hugsa øðrvísi og longur fram enn tú og eg. Latið okkum leggja alla hesa nógvu orku og vitan vit eigasaman og fáa nakað gott burtur úr. Latið okkum sleppa keglinum, ósemjuni, øvundsjúkuni og undirbrotligheitini. Latið okkum læra at lurta eftir hvørjum øðrum, heldur enn alla tíðina at oyramerkja og speireka hvør annan. Latið fundamentalisma, egoismuna og fanatismuna, sum stingur seg fram hjá flestu av okkum í einum ella øðrum formi, gerast taparin í hesi tráðan okkara at skapa eitt betri samfelag fyri okkara eftirkomarar. Eisini tað er partur av búskapartjakinum.