Í grein í blaðnum í gjár um arbeiðsumstøðurnar hjá bussførarum skrivaðu vit, at Heðin Skarðhamar er bussførari hjá bussleiðini í Havn. Tískil varð Tórshavnar Býráð ákært fyri at leggja ov tungar arbeiðsbyrðar á bussførararnar.
Veruleikin er, at tað eru fýra privat bussfeløg, ið hava átikið sær at reka býarbusskoyringina í Havn. Hesi leggja sjálvi - saman við bussførarunum - arbeiðsætlaninar fyri hvønn einstakan bussførara, og eru tað tískil tey, ið hava ábyrgdina av arbeiðsumstøðum bussføraranna.
blm..