Mikudagin 17. juni klokkan 17:00 spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2017. Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum, og mótstøðuliðið er Aserbadjan.
Í hesum sambandi koyra bussar frá nýggja FSF-húsinum í Havn klokkan 15:30. Kostnaðurin báðar vegir er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn. Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum í dag.
Tað verður ókeypis atgongd til U-21 landsdystin millum Føroyar og Azerbadjan í morgin.