Klokkan 10.12 fekk løgreglan í Havn boð um, at ein bussur og ein lastbilur høvdu rent saman á Hvítanesvegnum millum Mannbrekku og rundkoyringina við Vegin Langa.
Talan var um tveir stórar bilar, og tí valdi politiið at steingja vegin á hesum strekkinum, so bilarnir vórðu umdirigeraðir eftir Vegnum Langa og síðani oman Mannbrekku, ella yvir á Sundsvegin.
Eingin fólkaskaði stóðst av, og sambært politinum var bert tað eina ferðafólki í bussinum.
Tað gekst væl at beina teir báðar bilarnar burtur, og vegurin er opin aftur.
Politiið veit ikki i løtuni, hví bussurin og lastbilurin rendu saman.