Í kvøld heldur Heiðrikkur av Hegum konsert í Fuglafjarðar. Til ber at bíleggja sær pláss í bussinum við at ringja 595959. Tað eru bert fá pláss í bussinum og tí er av stórum týdningi, at man ringir í góðari tíð.
Konsertin verður í sambandi við at singulin ?Jealous? kom út 13. november.
Heiðrikkur fer at spæla tónleik frá fløgu síni ?An Invisible Gun?, ið kemur út í desember, við einum akkustiskum setti. Við sær hevur hann Tóra Restorff, Heiðrun Petersen og Jón Klæmint Hofgaard, ið øll spæla við á fløguni.
Eisini Guðrið Hansdóttir og The Ghost vera at hoyra í Fuglafirði.