Eftir drúgva viðgerð hevur kanadiska stjórnin samtykt at fara undir eitt átak, sum skal menna bygdirnar og teirra vinnumøguleikar. Fyribils hevur stjórnin játtað 10 milliónir krónur til at menna arbeiðspláss, sum skulu hava millum eitt og 10 fólk í arbeiði.
Chuck Strahl, sum er ráðharri í norðurkanadiskum málum, hevur gjørt av at brúka pengarnar til at menna bygdirnar á Baffin-oynni.
Frammanundan hevur stjórnin játtað meiri pengar til aðrar og størri verkætlanir á Baffin-oynni. Málið er at útvega arbeiðspláss og at styrkja lokalsamfeløgini sum heild, sigur stjórnin.