Vegaføring um Leirvík, Kyoto og Kára P. Højgaard
Er tað bert orkunýtslan og Kyoto, sum skal brúkast sum grundgeving fyri eini skilagóðari loysn á vegaføringini úr Norðoyatunnlinum eysturoyarmegin?
Hvør kennir avleiðingarnar av tí samtykta uppskotinum um vegin gjøgnum bygdina har niðri ?
Er tað nú vist, at hetta var tað, uppskotið, sum flestu leirvíkingar ynsktu sum næstbestu loysnina, eftir at samgongan sýtir fyri at gera veg við lokarennu
Kyoto og vegagerð
Tað skal ikki valda nakar ivi um, at løgtingsumboð Sjálvstýrisfloksins tekur umhvørvi í størsta álvara. Havi herheima og sum limur í Umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum arbeitt fyri uppskotum og tiltøkum, ið ítøkiliga skulu minka um útlátið av veðurlagsgassum. Ofta verður grundgivið við tølum, har lítið ella onki hald er í. Eri sera ivasamur um pástand tín Poul Andrias, at CO2 útlátið í Leirvík tvífaldast av vegagerðini uppi á Brekkum. Kann tú prógva hetta uppáhald ?
Allar farleiðir í láglendi ?
Allar høvuðsfarleiðir verða lagdar, har sakkunnleikin metir, at tað er tryggast, best og bíligast. Hetta er eisini galdandi fyri Landsverk. Á vestara armi á Skálafjørðinum, er gjørd ein nýggj høvuðsfarleið úr Skálafirði út á Strendur. Hesin vegur liggur omanfyri ítróttarhøllina á Skála, og verður hesin vegur eisini lagdur omanfyri húsini í Skálafirði. Verkætlan av sama slag er eisini við í framtíðar útbyggingini av infrakervinum úr Runavík inn til Norðagøtu, har vegurin allastaðni verður lagdur omanfyri bygdirnar.
Fólkaviljin í Leirvík
Skal stutt greiða frá, hví eg havi lagt vegauppskotið í Leirvík fyri Løgtingið.
Fyrst av øllum, eg var við til at samtykkja verkætlanina viðvíkjandi Norðoyatunnlinum og lovaði í hesum sambandi, at eg vildi verða við til at fremja eina ferðsluloysn í Leirvík, sum leirvíkingar tóku undir við.
Allir løgtingslimir fingu bræv dagfest 6. juni 2007 við,
“Áheitan um at virða meirilutan í Leirvíkar Bygdaráði og virka fyri, at myndugleikarnir fylgja tilmælinum frá bygdaráðnum, um at flyta vegin úr bygdini og niðan á Brekkur, sambært uppskoti frá Sp/f Selmar Nielsen, arkitekti”.
Hendan áheitan var undirritað av fimm av teimum seks bygdaráðslimunum, sum tá røktu bygdarráðsarbeiðið.
Havi møtt á tveimum fundum, ið hava verið fyriskipaðir, at umrøða vegaføringina í Leirvík. Í bygdahúsinum var stór mannfjøld samlað, og tóktist stórur meiriluti verða fyri eini vegætlan við lokarennu, niðri í bygdini. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, ið mynda samgonguna og hava ábyrgdina av landsins leiðslu, sýttu fyri at fremja tað ætlanina, sum eftir øllum at døma nærum full semja var um, helst tí, at hendan loysnin varð mett at verða ov kostnaðarmikil.
Tá ið bygdaráðið í fjør valdi ein veg niðri í bygdini heldur enn uppi í bygdini, var talan um tvey uppskot, har vegurin lá dygst oman – ella niðan fyri bygdarhúsið og fór beint gjøgnum bøin, besta byggilendi í bygdini, ið harvið varð mist. Við hesum uppskotið, har vegurin liggur uppi á Brekkum, omanfyri bøgarðarnar, verður missurin av byggilendi sera avmarkaður.
Allir politisku flokkarnir fingu eisini innbjóðing til kunningarfund í Bátasavninum í Leirvík. Har møttu bert umboð fyri Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin saman við arkitektaráðgevarum og umboðum fyri Leirvíkar Kommunu. Vit vórðu kunnaðir um støðuna hjá meirilutanum í bygdaráðnum, og hví bygdaráðið hevði broytt støðu. Eftir hendan kunningarfundin skilji eg betur støðuna hjá meirilutanum í bygdaráðnum, hví tey ynskja vegin vegin omanfyri bygdina.
Havi bíðað eftir at onkur politiskur flokkur ella tingmaður fór at fylgja áheitanini um at taka málið upp, men tað hendi ikki. Bjarni Djurholm landstýrismaður hevur sagt, at stórur politiskur meiriluti var fyri verandi verkætlan, hann ger tí ikki meira, tí hann metir málið vera avgreitt.
Viðmerkingarnar tiknar úr leysari luft. Byggitíðin og tryggleikin líka góður har niðri í bygdini sum har uppi.
Eg eri ikki serfrøðingur á økinum, men tað tykist løgið, at ein høvuðsvegur niðri á havnalagnum, har nógv fólk dagliga ferðast tvørtur um vegin, samstundis sum hús standa tætt við, skal verða líka tryggur sum ein ringvegur, ið liggur í óbygdum.
Harafturat havi eg tikið útsøgnina 22. apríl 2006 frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd til eftirtektar.
Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir staðiliga á Føroya Løgting um at velja eina loysn í sambandi við veglegging í Leirvík, sum er í samsvari við Nullhugsjónina.
Verandi landsvegir ígjøgnum bygd økir eiga skjótast til ber at verða lagdir út um bygdirnar. Tað er løgtingsins ábyrgd at kanna, um allir møguleikar í sambandi við veglegging í Leirvík veruliga eru kannaðir til fulnar, áðrenn endalig avgerð verður tikin.Nógva ferðslan í dag loyvir ikki, at landsvegir ganga ígjøgnum bygdir, og tað er vitleyst at leggja nýggjar stórar ferðsluæðrar millum hús, har fólk búleikast.
Bert 2,3 milliónir krónur eru nýttar higartil í ár av teimum 18 milliónunum, ið vórðu játtaðar til Leirvíkarvegin í hesum fíggjarárinum. Restina hevur landstýrismaðurin í vinnumálum brúkt til onnur arbeiði í Eysturoynni. Nógv neyst, jørð, kommunalur vegur v.m. skulu keypast ella ognartakast; hetta er trupult og tekur langa tíð. Tað er sambært Bjarna Djurholm orsøkin til, at ikki meira er hent, og játtaði peningurin ikki brúktur sum ætlað.
Verður vegurin lagdur í erva kann arbeiðast frá báðum síðum, tí er byggitíðin í lógaruppskotinum ásett til at verða liðug seinast 1. oktober 2009. Hetta viðførir, sum rímuligt er, at áleið 15 milliónir skulu játtast afturat teimum 10 á fíggjarlógini 2008 og 25 milliónir í 2009, tilsamans áleið 50 milliónir.
Sigur løgtingsmaðurin ósatt.
Eg havi samskift við Leirvíkar Kommunu um uppskotið, og eri onga løtu í iva um, at tann vitan, fingin er til vega á hendan hátt, er samsvarandi veruleikanum. Uppskotið frá Landsverk tók meira byggilendi enn hetta uppskotið ger, og hetta er eisini tað uppskotið, sum er samtykt í bygdaráðnum og áheitan farin út til politiska myndugleikan um at fremja.
Hvør loysn er tann besta ?
Semjan rakk til veg við lokarennu, men tað vildu samgonguflokkarnir ikki. Ringvegur verður nógvastaðni gjørdur, har ein vil verja bygd ella bý, hetta er eisini ein náttúrlig loysn, sum tá hon fellur væl í lendi ikki skemmir náttúruna.
Eg veit væl, at tað eru ikki allir leirvíkingar sum ynskja hesa loysnina, men fleiri eg havi tosað við siga, at ein loysn má finnast, og at verandi ætlan niðri á havnalagnum, er tann vánaligasta av øllum.
Tá interkommunala brennistøðin skuldi byggjast, vildi ongin hava hana. Vegur bleiv gjørdur á Høga-Saltnesi og við Áir, áðrenn endaligu loyvini vóru fingin til vega og brennistøðin til seinast bleiv bygd á Hagaleiti í Leirvík. Nógv mótmæltu og gjørdu sítt ítarsta fyri at støðga hesi ætlan, tí sagt varð, at hon kom at oyðileggja framtíðar møguleikarnar í bygdini og fyri uppvaksandi ættarliðið. Í dag kunnu vit øll í felag gleðast um, at dómadags forsøgnirnar ikki høvdu hald í veruleikanum. Brennistøðin er eitt trygt arbeiðspláss hjá fleiri fólkum, og avleidda virksemi hjá Høvdavirkinum, er ein av grundstuðlunum og inntøkunum í Leirvík.
Í summar helt Umhvørvisnevndin hjá Norðurlandaráðnum summarfundin í Føroyum, eftir innbjóðing frá føroyska umboðnum í nevndini. Høvuðsevni var CO2 útlát og globala upphitanin. Vitja varð m.a. á SEV støðini á Eiði, har kunnað varð um vind, vatn og alduorku. Aftaná varð vitja á Høvdavirkinum, og norðurlendska ferðaliðið var áhuga og bergtikið av at síggja eina so stóra verkætlan, har avlopshiti, ið annars ónýttur hevði farið út í luftina, bleiv brúktur til framleiðslu úr fiskaavfalli. Úr hesum úrdráttum kundi fáast eitt útflutningsvirði fyri nógvar tíggjutals milliónir árliga. Hetta er ein umhvørvislig sólskinsøga
Fyri meg er tað sum sagt ein samvitskuspurningur, at vegaføringin í Leirvík verður framd sum skjótast. Vil fegin halda givin lyfti og haldi, at meirilutin í bygdaráðnum hevur grundgivið væl fyri ynskinum um, at vegurin skal liggja uppi á Brekkum, tí er uppskotið framlagt. Nú fáa so løgtingslimir høvi til at viðgera málið og tað verður Løgtingið, sum kemur at taka endaligu avgerðina.