Ein máti at loysa parkeringstrupulleikarnar í Havnini, er at gera stór parkeringspláss í útjaðaranum í Havn. Tað var eitt uppskot á borgarafundi í Havn um, hvussu skil kann fáast á parkeringsruðuleikan í Havn.
Eitt nú varð ført fram, at bygdafólk, sum koyra til Havnar til arbeiðis, skulu parkera í útjaðaranum, eitt nú á Sandvíkahjalla. Men so skal gott busssamband vera við miðbýin, har bussar koyra at kalla í pendulfart, so at tað er skjótt at sleppa inn í býin.
Annars hildu fólk, at yvirhøvur er ov langt ímillum túrarnar hjá bussunum, tí koyrdu teir tvær ferðir so títt, hevði tað verið munandi lættari hjá fólki at latið bilin standa.
Tað var enntá onkur sum helt, at í summum familjum hava tey tveir bilar, meststum av neyð, tí at busssambandið ikki er nóg gott.
Ein annar møguleiki er eisini at hava súkklur til taks, so at fólk kunnu brúka tann møguleikan, vilja tey tað. Tosað hevur verið um, at starvsfólk hjá kommununi skulu hava súkklu til taks, fyri at sleppa undan at noyðast at fara í bili á fundir, og so víðari.
Og tað er greitt, at tað eru nógvir bilar, talan er um, tí teljingar vísa, at tað koyra næstan 10.000 bilar eftir Kaldbaksvegnum um dagin og Birita Wardum, býararkitektur í Havn, sigur, at eisini hetta er eitt umrøðuevni í býráðnum.
Men so var tað eisini onkur annar, sum helt, at tað skulu ikki fleiri stór arbeiðspláss leggjast í miðbýnum, tí tey skulu vera í útjaðaranum og tað hevði loyst ein stóran part av trupulleikanum.