Bygdarfólkið eigur sjálvt avgerðina

Skal bygdin innast í Skálafirði framhaldandi eita Skálabotnur, ella skal hon broyta navn til Skálafjørður. Tað er spurningurin, tey, sum búgva í bygdini, skulu gera av í  dag, tí í dag grækarismessudag, er  fólkaakvøða í bygdini um, hvussu bygdin skal eita í framtíðini.

 

Tað, sum hevur fingið bikarið at flóta yvir, er at nýliga hevur Landsverk broytt skelti í bygdini, og hetta hevur fingið nakrar borgarar at klaga. Sannleikin er, at nú eitur bygdin ymiskt, alt eftir hvørju megin tí kemur koyrandi, tí á øðrum skeltinum stendur Skálafjørður, meðan á hinum stendur Skálabotnur, greiðir Tórbjørn Jacobsen frá. Hann er borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum bygdin, Skálabotnur ella Skálafjørður, nú er partur av, og skipar tí fyri fólkaatkvøðuni.

 

Runavíkar kommuna hevur so tikið avgerð um, at lata bygdarfólkið sleppa at avgera, hvussu bygdin skal eita, og tað verður gjørt í dag.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Tórbjørn Jacobsen.

 

Valhølini lata aftur klokkan 20. In.fo sigur nærri frá valinum seinni í kvøld.