Bygdarlív er balsam fyri sálina

Tað er stórur munur á at búgva í Havn og á bygdini Skælingi. – Hetta er balsam fyri sálina, sigur havnardaman Durita T. Poulsen, sum stórtrívist í lítlu bygdini.

Durita Poulsen er 26 ára gomul og hevur seinastu fimm árini búð á Skælingi, har tað í løtuni búgva sekstan fólk. Hóast hon øll barna-og ungdómsárini búði í Havn, so saknar hon ikki hektiska stórbýarlívið, sum hon heldur, hoyrir Havnini til.

- Í Havnini hava øll ringa tíð og alt ov nógv at gera. Á Skælingi verður ferðin automatiskt sett niður, sigur Durita, sum býr á Skælingi saman við sjeikinum og trimum børnum.


Einki stress

Fyri Duritu eru tað fleiri fyrimunir við at búgva í eini lítlari bygd sum Skælingi, men fyrst og fremst er tað friðurin, sum valdar á Skælingi, ið henni dámar best.

- Á Skælingi fær eingin stress, tí her skulu vit ikki renna úr einum handli í ein annan, børnini kunnu spæla frítt, og ferðin er bara ikki eins høg, og hon er í Havnini, sigur Durita, sum í løtuni er heima við yngsta soninum, sum er eitt ára gamal. Durita heldur, at øll áttu at roynt at búð á bygd.

- Her er ein deiligur friður, sum ger, at tú brúkar allar sansir og lærir at seta prís upp á náttúruna. Fyrr kundi eg gott finna uppá at blaka okkurt pappír niður á vegin, men tað hevði eg ikki funnið uppá í dag, tí nú dugi eg at síggja, hvat tað ger við umhvørvið, greiðir Durita T. Poulsen frá. Hóast hon til tíðir heldur tað vera keðiligt, at eingin handil er í nærumhvørvinum, so heldur hon, at tað alíkavæl eisini hevur onkran fyrimun.

- Í Havn fór eg rættiliga ofta til handils, tí tað var altíð okkurt, sum manglaði. Í dag fara vit einaferð hvørja viku til handils í Havn, har vit so keyps stórt inn. Og av tí at eingin handil er á Skælingi, sleppa vit undan at fara til handils fyri at keypa narar fáar vørurfleiri ferðir um dagin.


Keðir seg ikki

Sambært Duritu er tað tó ikki ein og hvør, ið kann búgva í eini bygd sum Skælingi, tí skalt tú trívast á einum lítlum stað, er umráðandi, at tú ert áhugaður í bygdarlívinum og øllum tí, ið hartil hoyrir.

- Her er bygdasligt, og ein stórur partur av tíðini fer til bóndalív, og tímir tú ikki alt tað, so kann verða torført at trívast, sigur Durita, sum dámar væl at fáast við hundar, gæs, seyð og slakt. Harafturat hava tey trý ross, sum eisini fara við nógvari tíð. Javnan verður hon spurd av vinfólkunum, hvat hon fær tíðina at ganga við á Skælingi.

- Eg eri komin inn í eina bóndafamilju, so vit hava altíð úr at gera við kríatúrunum. Mær dámar eisini væl at gera mat og geri ofta rullipylsu og blóðmør, so tí fer tíðin eisini við, sigur Durita, sum ofta hevur vitjan av familju og vinfólki úr Havn og aðrastaðni.

- Vit hava rættiliga ofta gestir, og eg haldi, at teimum dámar avbera væl at koma her og njóta friðin. Serliga tey, sum hava børn, halda hetta vera eitt fantastiskt stað, tí her skulu vit ikki hugsa um bilar og tætta ferðslu.


Veðri og bilur stóran týdning

Eitt, sum tey harafturímóti mugu hugsa um, er veðrið. Serliga um veturin kann tað verða trupult at búgva á Skælingi.

- Onkuntíð hava vit verið innikavað, og vegurin til bygdina er ikki ruddaður fyri kava fyrr enn á middegi. Tá hugsi eg altíð, at bara eingin gerst álvarsliga sjúkur, sigur Durita, sum vísir á, at hon neyvan hevði trivist so væl á Skælingi, um tey ikki høvdu bil.

- Eg hugsi ikki so nógv um, at eg altíð má av bygdini, tá eg skal okkurt ørindi, til dømis til handils. At koyra til Havnar tekur umleið hálvan tíma, og tað er einki í dag, sigur Durita, sum eisini plagar at fara til Vestmanna og í Vágar at gera ørindi.

- Av tí at vit hava bil, so kunnu vit fara hagar vit vilja, og tá vit vilja. Á tann hátt kenna vit okkum ikki avbyrgd á nakran hátt, sigur Durita, sum tó viðgongur, at tað til tíðir kann vera irriterandi at vera noydd at koyra allan vegin til Havnar, um tey til dømis ynskja at fara út at eta. At keypa heitan mat heimvið, kann eisini verða trupult.

- Vit hava sum so ikki møguleika fyri at keypa take-away, tí maturin er kølnaður, áðrenn vit koma aftur á Skæling, men so geri eg bara eina góða heimagjørda pitsa ístaðin, og tað er ofta líka so gott, sigur Durita T. Poulsen við einum brosi.


Útsjónd ongan týdning

Bygdarlívið á Skælingi hevur sambært Duritu eisini tann fyrimunin, at einum ikki nýtist at hugsa stórvegis um klæðir, hár og make-up.

- Tá eg velji klæðir um morgunin, hugsi eg fyrst og fremst praktiskt. Tað skulu vera klæðir, ið eg kann vera í, meðan eg gevi kríatúrunum, fari ein túr á rossabaki, ella tá eg spæli við børnini úti í bønum, sigur Durita, sum heldur tað vera deiligt, ikki at hugsa so nógv um útsjóndina.

- Eg havi ongantíð hugsað serliga nógv um klædnamóta ella hár, so hetta passar mær framúr væl. Men fari eg av bygdini til handils ella í onkra veitslu, tá eri eg sum flest onnur konufólk og geri eitt sindur burturúr, sigur Durita. Og tað er millum annað hetta, at sleppa undan at hugsa stórvegis um útsjóndina og at kunna liva so tætt upp á náttúruna, sum Durita T. Poulsen virðismetir allarmest.

-Lívið á bygd er einki minni enn balsam fyri sálina, tí her kanst tú veruliga kobla frá í einum fantastiskum umhvørvi.