Framsýningin er ein nýggj røð av myndum av føroyskum bygdum. Myndirnar eru royndir at endurskapa lívið í bygdini út frá kortinum, og sum eisini samstundis er ein uppliving á staðnum.
Bygdirnar, sum Philippe hevur vitjað í hesum sambandi eru: Hestur, Skúvoy, Mykines, Hattarvík, Kirkja, Árnarfjørður, Kunoy, Mikladalur, Bøur, Elduvík,Tjørnuvík, Famjin, Dalur og Húsavík. Í hesin nýggju røðini eru 28 myndir, allar akrýlmálningar á pappíri. Harumframt verða eisini nakrar eldri myndir at síggja, málningar og nøkur pappírsklipp.
Philippe hevur síðani hann fyrstu ferð sýndi fram á Ólavsøkuframsýningi í 1982, havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Norðurlandahúsinum, verið við á Ólavsøku- og Várframsýningum, og havt tvær framsýningar uttanlands.
Hetta er fjórða framsýningin í eini røð, ið snýr seg um tað "kortsliga" eyga inn í listina.
Philippe er føddur í bygdini Mailly-la-Ville í Bourgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin fotografur og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og hevur síðani 1982 arbeitt burturav sum listamaður. Meginpartin av hesi tíðini hevur hann verið búsitandi í Føroyum.
Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 14 til 19 fram til 21. mai.