Mínir kæru bygdarfelagar!
Góðu gestir!
Nú um dagarnar er enn eina ferð at síggja í sjónvarpinum heimskenda sendingin Little House on the Prairie. Sendingarnar snúgva seg um nýbyggjarar í einum øki yviri í Ninnesota, har nógvir skandinavar settu seg niður í 1800 talinum. Tað eru endurminningarnar hjá Laura Ingalls Wilders, sum eru skrivaðar sum roman og seinni gjørdar til film.
Tað, sum eyðkennir lívið hjá hesum fólkunum, er intensitetur, gleði og fagnaður og vónbrot og sorg og so aftur hinvegin. Sveiggini eru stór, og hvussu tað gongst er tætt knýtt at, hvussu náttúran ber seg at.
Tað ræður um hart arbeiði, stríð og knoss, gott heyst og fullkomuliga miseydnað ár. Tað ræður um at nýta hugflogið fyri at skapa nýggjar loysnir og fyri at lata upp fyri nýggjum møguleikum.
Soleiðis hevur lívið eisini verið myndað kring vánna her í Klaksvík. Tað hevur verið stríð og baks fyri at yvirliva og síðani fyri at liva. Soleiðis var lívið í gomlu býlingunum á Biskupsstøð, í Gerðum, á Uppsølum og í Vági. Soleiðis var lívið úti í Klaksvík, tá ið úthandilin var latin upp har í 1838, og soleiðis var tað, tá ið bygdin tók at vaksa eftir at fríhandilin var komin í 1856.
Fyritreytin fyri lívinum broyttist. Fólkið sá nýggjar møguleikar, og fólkatalið tók at fjølgast. Tað var vágin sjálv, sum var snúðningsmiðdepulin. Eitt tað størsta takið var at fáa havnina at vera góðkend sum vetrarhavn hjá skipum. Tað varð gjørt skjótt eftir, at Klaksvíkar kommuna var vorðin sjálvstøðug fyri 98 árum síðani. Ketur til fortoyningar vórðu lagdar um vánna. Tá var nógv vunnið. Fólkatalið var í 1901 500, og eina hálva øld seinni var tað 3000!
Í stóru menningini hevur tað verið satsað. Viðhvørt hevur tað eydnast væl, og aðrar tíðir hevur tað ikki eydnast. Eitt dømi um, tá ið bogin varð høgt spentur, og tað ikki gekk eftir vild, var ferðin til Eysturgrønlands í 1959. Kjølbro átti hugskotið, og hann gjørdi ekspeditiónina út. Saman við framaskipinum Karin K, sum vit hildu vera framúr stásiliga skútu, vóru ellivu útróðrarbátar og tilsaman 133 menn.
Møguleikin fyri stuðli og veðhaldi var ikki, sum hann er tað nú. Á okkara døgum hevði ein sovorðin ferð um hon yvirhøvur hevði komið upp á tal verið gjørd við stuðli og veðhaldi úr landskassa og øðrum grunnum. Soleiðis var tað ikki fyri knappliga 50 árum síðani. Kjølbro hevði havt fingið vinningin, men tað eydnaðist ikki, og hann bar størsta partin av tapinum.
Karmurin
Í dag fyri 51 árum fylti Bill Clinton níggju ár. Henda sama dagin vóru tað tvey telegram yvir Reykavíkar radio til føroyskar bátar undir Íslandi. Annað var til útróðrarbátin Barðið, sum Eivind Niclasen átti og førdi. Teir vóru undir Íslandi við 30 tonsaranum, sum Eivind fyrst átti saman við øðrum og seinni einsamallur. Seinni, tá ið Eivind saman við brøðrum lat byggja fyrstu Vesturvón, sum var línubátur, keypti Frits Olsen 30 tonsaran, sum hevði KG 335 og fekk navnabroyting til Lisshøvdið.
Barðið kom til Føroya í mai 1947. Veiðumaðurin liggur altíð framvið at slota eftir nýggjum møguleikum, nýggjum veiðihættum og nýggjum leiðum. Fyrstu árini eftir 2. heimsbardaga var hetta gamaní. Havið var so vítt, sum nýbyggjararnir mundu kenna landaligu víddirnar í Amerika at vera, tá ið teir ferðaðust vestureftir.
Hetta summarið í 1955 vóru Eivind og teir á Barðinum sum fyrsti føroyski báturin nakrantíð farnir yvir á Suðurlandið at royna eftir kalva og brosmu. Hesin veiðuhátturin royndist væl í nøkur ár, og teir vóru ikki so fáir, sum fingu sína úrtøku burturúr hesum.
So vóru tað hesi bæði telegrammini í dag fyri 51 árum síðani til føroyingar undir Íslandi. Tey vórðu send yvir Reykjavíkar radio. Annað var sorgarboð, og hitt var gleðiboð. Sorgarboðini vóru til ein hovbing, sum fekk at vita, at beiggi hansara, sum var politistur í Klaksvík og æt Jaspur Leivsgarð, brádliga var deyður henda dagin. Hann var bara 57 gamal.
Hitt telegrammið var til ein av monnunum umborð á Barðinum. Gleðiboðini til hansara vóru, at konan hevði átt honum ein son afturat. Tvey børn vórðu fødd í Klaksvík dagin í dag fyri 51 árum síðani. Bodil hjá John á Gørðum átti eina dóttur heima við hús her uppi á Gørðum, og Ragnhild hjá Karsteni í Svínoy átti ein drong á sjúkrahúsinum!
Tá ið eg hugsi um mína kæru heimbygd, og hvussu hon hevur ment seg til at vera tað, sum hon er í dag, so er tað hálva øldin frammanundan, at eg var føddur, og tann hálva øldin, sum eg havi livað, ið hevur myndað henda býin.
Leivdin frá gomlu tíðini
Trolararnir komu og fóru, og tað var veldugt at sigla við Sjúrðabergi, Jóannesi Patursson ella Bóndanum og ikki minst Skálabergi, sum Kjølbro lat byggja í Týsklandi í 1956. Sluppirnar høvdu sæð sínar bestu dagar, tá ið eg var smádrongur. Fleiri lógu svínabundnar við kaiina, og tað segðist, at tað ýddi í rottum umborð á teimum. Men onkrar vóru framvegis í drift.
Fyrstu fótbóltsferðina av bygdini gjørdi eg til Gøtu. Tað var við Fimm Systrum, sum Símun Dávur á Húsum í 1939 hevði keypt av Skála. Hon var bygd í Hull í 1878 og bar navnið Only Sister. Í 1896 kom hon til Havnar og skifti fleiri ferðir eigara, áðrenn Absalon Jacobsen, keypmaður á Skála, keypti hana. Hann seldi hana til Símun Dáva í 1939.
Símun Dávur Kalsø var framúr grammur og áhaldandi. Tað skuldi vera hann, sum tók til orðatakið, sum so ofta verður nýtt um so mangt, at Tann, sum ongan húkin hevur í sjónum, hann fær einki.
Fótbóltsferðin var seinnapartin av seksti árunum, tá ið klaksvíkingar vóru so nógv bestir í fótbólti. Tað var á hesi ferðini, at eg uppdagaði, hvussu long og drúgv Gøtuvík er at sigla. Símun Dávur spilti ikki tíðina burtur. Hann spulaði dekk, meðan vit sigldu. Tá ið vit fóru um Gøtunes høvdu vit hug at leita eftir taskunum og at gera okkum klárar at fara í land. Tá mundi helmingurin av ferðini vera eftir!
Sigurfari, sum nú stendur á landi á Akranesi, var framvegis í drift. Tað var Ester, sum Símun á Syðradali so leingi var upsakongur við, eisini, og tað var Gudrun hjá teimum á Syðradali eisini. Eg minnist, at avbygdamenn fram til miðskeiðis í seksti árunum búðu umborð á Gudrun, meðan teir róðu út um vetrarnar. Soleiðis var tað eisini umborð á fleiri útróðrarbátum. Telefon var ikki í hvørjum húsi. Eg minnist, at tá ið vit fóru á telefonstøðina at senda telegramm støðin var har, sum fíni sparikassin hjá okkum nú er sótu útróðrarmenn stúvaðir saman í bíðirúminum og bíðaðu eftir, at telefondamurnar skuldu rópa í hátalaranum, at nú var tað greitt til Hattarvíkar, ella hvar tað nú var.
Tað var greitt, tá ið tey, sum høvdu telefonina úti á bygd, høvdu verið í húsunum og boðað frá, at tað vóru telefonboð, og eftir at bygdarkonan, sum júst tá hevði staðið og elt breyð ella vaska klæði hevði smoygt fyrriklæðið av sær, áðrenn hon var tuskað til støðina fyri at tosa við mannin og frætta, hvussu hann og teir høvdu tað, og um hvussu tað gekk við fiskarínum. Einki varð tikið fyri givið. Tað varð takkað fyri alt.
Útróðurin í mínari tíð
Tað er ikki eindømi, men tað kemur ikki ofta fyri, at fólkatalið í einum plássi tvífaldast eftir so stuttari tíð, sum tað gjørdi her á plássinum. Tá ið 2. heimsbardagi náddi til Føroyar í 1940, búðu tað 2000 fólk her í Klaksvík. Fyrst í seksti árunum fór fólkatalið í Klaksvík upp um tey fýra túsund.
Her er menning og nørandi gróður, kvæð Bernhard Brim, sáli, í hesum tíðarskeiðnum.
Tað vóru útróðrarbátarnir, sum myndaðu gerandisdagin her í Klaksvík.
Eftir kríggið ráddi um at fáa gongd aftur í vinnulívið, sum var so illa sølað, tí tað vóru so fá skip og fartøj. Danski staturin hevði sama ynski fyri síni øki, sum føroysku myndugleikarnir høvdu tað fyri síni. Tí var talan um tvær flugur við eitt smekk, tá ið tað varð gjørt av at lata stuðul til danskar skipasmiðjur at byggja seks 80 tonsarar og fjúrtan 30 tonsarar til Føroya. Danski staturin var við til at fíggja. Kostnaðurin fyri hvønn 30 tonsaran var 140 túsund og fyri 80 tonsararnar var hann 320 túsund.
Nógvir av hesum bátunum endaðu í Klaksvík, eftir at teir fyrst høvdu verið onkra aðra staðni. Ivaleyst vóru tað fleiri orsøkir til tað. Í bók síni um útróður sigur Robert Joensen frá eini útróðrarferð við Varpinum. Útvarpið hevur fleiri ferðir sent ljóðmyndina yvir henda túrin. Meðan teir stima inn eftir Skálafjørðinum eftir feskari sild at brúka til agn, tosa teir um, hvussu tað man bera til, at tað er so lítil útróður, har tað eru so góð náttúruhavn, sum tað er tað á Skálafjørðinum. Útróðrarmenninir koma til tað, at tað er ikki so væl orna fyri uppi á landi, sum tað er tað í Klaksvík. At tað var væl skipað fyri her í Klaksvík er søgan hjá økinum niðanfyri her, sum vit nú standa, undirstriking av.
Hugaheimurin
Hjá teimum, sum vuksu upp í Klaksvík í 50unum og eisini, tá ið eg var smádrongur miðskeiðis í seksti árunum, var eitt av stóru ítrivunum at fylgja við í útróðrinum, bæði teimum sum vóru bygdir í Danmark (eitt nú Háenni, Ørvur, Nevið Reyða, Glottin, Havsbrún, Eysturhøvdið, Solo, Grunningur og Dragasund), og teir, sum vóru bygdir her í Klaksvík (eitt nú Varpið, Mækjuvík og Havnartindur).
Nýbyggjara mentaliteturin var framvegis stórur. Tað, sum onnur hava sagt at vera lokalpatriotisma her í Klaksvík, haldi eg stavar frá, at vit vóru so sera góð við alt her, tí hetta var fingið til vega og ment av nýbyggjarasamfelagnum.
Tá ið man vildi hava lækna henda vegin í 1870unum, og tað gekst illa at finna nakran, so varð farið undir at byggja læknahús. Stykkið var fingið av Búatrønni, og í 1872 høvdu klaksvíkingar bygt læknanum hús. Skjótt funnu teir út av, at tað var neyðugt við sjúkrahúsi eisini. Tingakrossur sigur, at nakrir menn tóku seg saman fyri at byggja sjúkrahús fyri privatar midlar. 1. juni í 1898 var sjúkrahúsið tikið í brúk.
Soleiðis kundu vit hildið fram. Eg hugsi eitt nú um sjómansskúla og tekniskan skúla og so nógv annað, sum varð skapt av teimum, sum fóru undan okkum, og sum klaksvíkingar tískil eru serliga góðir við og erkvisnir um, tá ið sentrali myndugleikin í royndini at rationalisera fer at pilka við.
Tað var væl fylgt við útróðrarbátunum og fiskarínum. David Becham, Ronaldo og Jap Stam kendu vit ikki. Men vit vistu, at Poul Jacob á Dalinum førdi Ørv, KG 120, og seinni Ósá, KG 4, og síðani Hvíthamar KG 493. Vit vitstu, at Niclas á Selheyggi ella Niddurin førdi Varpið, KG, 101, og seinni Nevið Reyða, KG 176. Andrias í Kunoy førdi Grunning, KG 349, Jógvan hjá Jóin førdi Dragasund, KG 2, og Louis í Kunoy Poll.
Fróðarmaður her í bygdini fortaldi mær nú ein dagin, at tá ið hann vaks upp her í 50unum, plagdu lærarnir at spyrja børnini av Bumshamri og Kósini um, hvørjir bátar vóru á útróðri. Og so fortaldu børnini, sum jú vistu, tí páparnir vóru útróðrarmenn. Eina ferð visti eingin um nakran, sum var á útróðri. Men tá lat í einari gentu, at Støðin var á útróðri. Lærarin spurdi, hvussu hon visti tað. Jú segði hon. Motorurin á Støðini gekk upp á ein serligan máta. Tað var bara, tá ið Støðin fór út eftir vánni, at talerkarnir í køkinum glintaðu upp á ein bestemtan máta, og tað høvdu teir gjørt í gjárkvøldið.
So stórur partur av lívinum hjá klaksvíksbørnum var útróðurin í 40unum, 50unum og 60unum. Tá ið eg var smádrongur áttu grannarnir hjá okkum, Dia og Kristian úti á Oyri og svágur teirra Jóan Pauli í Svínoy, Støðina, sum teir kallaðu Brattaenni
Nú ganga vit høgt uppí frítíð og arbeiðstíð. Eg dugi ikki at siga, hvussu tað er hjá útróðrarmanninum nú á døgum. Men eg veit, hvussu tað var í 60unum. Útróðrarmaðurin knýtti uppí og gjørdi á línu heima við hús, tá ið tað ikki vóru líkindi at fara til útróðrar. Og so brúkti hann tíð til at kanna, og vit fylgdu øll við í, hvussu veðrið lagaði seg. Oslo børs, kjøper og sælger statsobligationer og værdipapirer, hoyrdu vit norðmannin gjøgnum skróði í radionum, áðrenn hann segði, at der er stormvarsel for farvandene omkring Færøerne!
Veitslurómur
Frá 1959 og tey næstu árini kennist tað soleiðis í mínum minnum frá barnaárunum, at tað var ógvuliga ofta, at vit vóru og tóku ímóti nýggjum skipum. Eg haldi meg minnast, at Alex onkra ferðina gav okkum frí úr skúlanum. Tað vísir, hvussu vit øll livdu við í hesum, og eg haldi meg minnast, at hornorkestrið var og setti sín dám á. Tað var fantastiskt, tá ið Jógvan S KG 472 kom í 1959 kom, og børnini vórðu bjóðað umborð at fáa súrepli. Onkrir dreingir løgdu inn undir seg av hesum forkunnuga, og tað vóru fleiri høvi til tað seinni.
Seglhúsmenninir fingu Pison KG 476 og Kvikk KG 477 og seinni Hans Erik. Kjølbro, sum átti nógvar av útróðrarbátunum fram til miðskeiðis í 60unum, fekk Jákup B KG 7, Klakk KG 9 og seinni Borðoyarnes. Teir í Samvinnufelagnum fingu Norðing KG 121 og seinni Norðalduna, og Stellu menninir fingu Stellu Mariu KG 321, Stellu Kristinu KG 322 og Stellu Karinu KG 323. Levi fekk Klett KG 492, og soleiðis kundu vit hildið fram.
Fiskaríið bar, og fiskaríið telur framvegis ógvuliga nógv her á plássinum. Tað er tí, at tað er sjómannadagur her í Klaksvík, og tað er tí, at tað er heilt upplagt, at tað er í Klaksvík, at tað millum jól og nýggjár verður skipað fyri fótbóltskapping fyri sjómenn. Hetta er nakað, sum mínir bygdamenn á Toftum, sum eisini eru óførir útróðrarmenn og fiskimenn, ganga ógvuliga høgt uppí, og hvar aðra staðni enn í Klaksvík skuldi hetta gingið fyri seg?
Listarverkið
Nú nøkur fá orð um fiskaplássið og listarverkið, sum nú er avdúkað her. Tøkk skulu tit hava fyri, at tit tey seinnu árini eru farin at seta listarlig minni um okkara forfedrar, nýbyggjararnar, sum stríddust fyri at yvirliva soleiðis, at tað í dag er møguleiki hjá okkum at liva.
Listarverkini syrgja fyri, at vit fara at verða mint á farnu tíðina. Minnini goyma vit inni í okkum. Í mínum huga stendur myndin av útróðrarmanninum púra klár. Hann fer út eftir ella norður eftir í gummistivlum og við fullari skjáttu í aðrari hondini, og hann kemur heimeftir við tómari skjáttu í aðrari hondini og fiskarúgvu í hinari hondini!
Eina ferð, tá ið eg sum stórur smádrongur fór til Svínoyar at ferðast, segði Robert Joensen, sáli, sum var so sera góður við okkum dreingir uppi á Heygum og Gerðareiði, við meg, at eg skuldi spyrja, um tað var nøkur fiskabøra í Svínoy. Tað haldi eg, at tað var, tí svínoyingar høvdu, sum so nógvir aðrir avbygdamenn turkað fisk.
Tíbetur er eitt fiskastykki varðveitt her omanfyri. Tað er fyri neyðini, og eg vóni, at myndugleikarnir kenna tað sum sína ábyrgd at vera góðir við hetta stykkið. Tí hetta ber boð um ógvuliga vanliga bygdarmynd her á staðnum inntil eina ferð í seksti árunum. Eg haldi, at síðsta ferðin, at fiskastykki varð nýtt í vinnuligum høpi her í Klaksvík, var í 1963, tá ið teir turkaðu fisk á stykkinum, sum var omanfyri Norðborg.
Tá ið eg var smádrongur, vóru tað framvegis fleiri fiskastykkir, sum mintu um knossið og stríðið, sum hevði verið av fiskaarbeiðnum fyrrapartin av síðstu øld. Kjølbro hevði stórt fiskastykki har, sum Betesda nú er, og har sum parkeringsplássið er. Tað var har, sum kolgarðurin var eitt skifti. Hetta vóru fiskastykki, sum høvdu hoyrt til handilin hjá Ziska.
Norðlýsið og Robert
Í 1975-76 var eg í nakrar mánaðir blaðstjóri á Norðlýsinum. Tá skrivaði Robert Joensen nakrar opnur í blaðnum um eitt nú postflutning í Norðoyggjum, hvussu elektrisitetið kom til Klaksvíkar og eisini um fiskaturking.
Í tí greinini vísti hann serliga á, hvussu stóran týdning tað hevði fyri fiskaturkingina, tá ið motorbátarnir komu um aldarskiftið. Tá bar til at flyta fisk við motorbátum av vánni og runt Stoksoyra. Teir turkaðu fisk á Oyri, á malagrótinum heimanfyri og uttanfyri úti í Grøv og fleiri aðra staðni fram við Borðoyarvík, og inntil um tað mundið, tá ið 2. heimsbardagi brast á, fluttu deksbátarnir fisk út á bygd í Norðoyggjum at turka.
Fiskastykkini
Tað ráddi um at yvirliva hjá nýbyggjarunum og øðrum. Húsini høvdu hjall, og 4-mannafar og kúgv hoyrdu ofta til húsarhaldið, og tað kom væl við, um tað bar til at velta epli. Tað ráddi um at hava so fjøltáttað matvørugrundarlag, sum tað bar til.
Í Klaksvík var vanligt, at konufólkið arbeiddi við at turka fisk um summarið, tá ið mannfólkið í bestu árum var til skips. Summarfrí var ókent fyribrygdi, og arbeiðsdagurin var oftast einar tólv tímar og meiri enn so, tá ið tað var terri. Tá ið tað ikki var terri, vaskaðu tær fisk og pakkaðu fisk, so fyri summar var talan um fiskaarbeiði frá várinum av og út á heystið.
Handilin úti í Klaksvík hevði stórt fiskastykki, og Óli í Skúla hevði fiskastykki, har sum ungdómshúsið nú er, og Símun í Tunghúsinum hevði fiskastykki, har sum Føroya Bjór er.
Vit, sum eru eitt sindur tilkomin, minnast eisini fiskastykki, har sum Føroya Banki er. Kjølbro hevði fiskastykki á Varpinum, á Stongunum og á Kósini, og Jens Klæmint Isaksen og Jóan Jakku Jacobsen vóru eisini millum teirra, sum høvdu fiskastykkir.
Robert visti so nógv at siga. Hann fortaldi, at tað eisini var vanligt, at familjur høvdu fiskastykkir uttanfyri hjá sær sjálvum. Konan turkaði fisk, og børnini hjálptu henni. Hetta tykist mær sum at vera arbeiði, sum minti ikki so lítið um tað, tá ið konurnar seinni fóru at verða dagrøktarmammur. Tær arbeiddu heima við hús. Tað var ein rúgva av sovornum fiskastykkjum kring alla bygdina eitt nú í Krotugrøvini, í Grótinum, á Gørðum, á Gerðareiði, í Gerðum, á Vágsheygnum, og á Eiðinum har spinnaríið seinni varð bygt.
Lívsvísdómurin
Fiskaarbeiðið var, sum so mangt annað, akkord arbeiði, og tað var ógvuliga nógv tengt at stóra lívsvísdóminum, sum eisini okkara forfedrar høvdu.
Robert Joensen visti at siga frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið hann sum blaðungur drongur eygleiddi, tá ið tveir í hansara eygum tá gamlir menn í 1925 í ivaveðri tóku avgerð um arbeiðið:
Teir høvdu ongan tekniskan kunnleika uttan barometrið, sum teir hugdu at, áðrenn teir fóru frá húsum. Tað hendi, at vit breiddu fisk í fagrasta veðri, í sólskini, og so søgdu teir til. Nú skuldi gevast. Og tað umbar seg ikki, at so kom vátveður.
Hinvegin kundu vit arbeiða í heldur grómutum veðri. Teir bóðu okkum ikki gevast, men arbeiddu og tosaðu um, hvussu góður terrin fór at verða, tá sólin kom vestur á luftina. Og soleiðis varð. Háfjalli hugdu teir væl eftir, tá gráligt var í veðrinum, og skýdrátturin gekk lágt. Teir søgdu, at nam skaddan við Háfjall, loysti tað seg ikki at breiða skránaðan fisk, tí hann tornaði ikki, men slerdi seg. Hinvegin kundu teir ráða til at breiða heilt bleytan fisk í tílíkum umstøðum segði Robert Joensen, sum lærdi okkum so mangt, og sum vit eiga so góðan førning eftir.
Inntil um árhundrað skifti var tað bara náttúran, sum gjørdi av, hvussu tað skuldi vignast við fiskaturkingini. Eftir tað vórðu hjálpartól nýtt. Símun Hansen, sáli, sum vit her norðuri hava so ómetaliga nógv at takka fyri, sigur, at handilin úti í Klaksvík flutti tann fiskin, sum ikki fulltornaði úti, heim í bakaríið á Biskupsstøð, har hann varð breiddur út um loftið til eftirturking, og undir 1. heimsbardaga 1914-1918 fóru reiðarar yvirhøvur at eftirturka inni í pakkhúsunum.
Undir 2. heimsbardaga bar ikki til at sleppa av við annan fisk enn feskan fisk, og tá datt hetta arbeiðið burtur, og harvið varð bygdamyndin rættuliga nógv broytt.
Men fiskaríið og fiskivinnan seta framvegis sín dám á.
Mentanin livir
Eg havi í átjan ár ferðast um Leirvíksfjørð í arbeiðsørindum. Umborð á Ternuni og Dúgvuni varð nógv prátað. Eg plagdi at práta við núverandi sambandsformannin, Kaj Leo Johannesen, tá ið hann arbeiddi á Kósini. Hann tók onkra ferðina til, hvussu framúr spennandi tað var at arbeiða í Klaksvík, tí fólkið fylgdi so væl við í, hvussu tað gekk við fiskarínum.
Hann hevur púra rætt, og soleiðis er tað framvegis. Handlarnir, matstovurnar, frisørarnir og øll tey, sum í Klaksvík liva av tænastuvinnunum vita, at útróðurin og fiskaarbeiðið eru fínur fepur stokkur. Tá ið tað gongst væl í útróðrinum, umborð á línubátunum og trolarunum á nærleiðum og fjarleiðum og við alingini, og tá ið tað er arbeiði á Kósini og á hinum fiskavirkjunum og umborð á Atlantic Navigator og Christiani í Grótinum, so merkist tað beinanvegin í øllum løgum í lokala búskapinum. Vit fegnast øll um nýbygningar og nýggj tiltøk, og nú síggja vit øll fram til, at nýggja Norðborg skal runda Klakkin.
Fiskapláss ein terradag
Bera havsins andadrag
Suðurland og Hvarvið.
Koma skip og fara skip, -
Bygdin hevur bestan grip
Her í sínum starvi.
Yrkti Hans Andreas Djurhuus, sáli, so beinrakið í sambandi við havnavígsluna her í Klaksvík 26. september í 1937. Nógv er broytt síðani tá.
Men nýbyggjara mentanin fornoktar seg ikki. Tað sæst eitt nú aftur í innsatsinum, sum verður lagdur í at fyrireika tiltøk av sovornum slagi sum hetta. Tað er uppgávan og fagnaðurin yvir at vera førur fyri at megna hetta, sum stýrir og ikki sáttmálin og avmarkingar í arbeiðstíð. Tað minnir nógv á Little house on the Prairie, sum í hesum døgum sæst á skíggjanum.
Gud gevi at tað framvegis fer at ganga mínum kæra heimstaði væl.Takk fyri!