-Byggið flogvøll á Glyvursnesi

-Ein komandi føroysk oljuvinna kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar flogferðsluna í Føroyum, bæði tí at hon setir størri krøv til lending og fráferðir og tí hon kann vera við til at fíggja ein nýggjan flogvøll.

Samferðsla

Orðini eigur Pætur Rasmusssen, sum er ein av oddamonnunum í nýggja føroyska flogfelagnum FaroeJet. Við sínum drúgvu royndum innan flogferðslu og ferðavinnu fyrst í Grønlandi gjøgnum 32 ár og nú í Føroyum gjøgnum arbeiði sítt hjá Atlantsflogi gjøgnum fýra slóðbrótandi ár sær Pætur Rasmussen ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi sum nakað heilt náttúrligt og neyðugt.

Koma vit í ta støðu, at vit finna olju við Føroyar, so mugu vit hava ein eyka flogvøll. Vit mugu hava tveir flogvallir, soleiðis at tú nærum altíð kann lenda í Føroyum. Tær nýtist kanska ikki neyðturviliga at hava tveir fult operativar flogvallir í Føroyum men tó soleiðis, at tú hevur ein fastan alternativan flogvøll, so vit kunnu spara bæði tíð og pengar við at skula fara til Noregs, hvørja ferð tað ikki er lendandi í Vágum. Tær mongu flogferðirnar, sum í dag verða gjørdar til Noregs og aðrastaðni, tí líkindi ikki eru at lenda í Vágum, heldur Pætur Rasmussen vit kundu verið fyriuttan, um tveir møguleikar vóru á lenda í Føroyum, tvs. í Vágum og á Glyvursnesi.

Pætur Rasmussen, sum er partur av leiðsluni í FaroeJet, sigur, at hann er sera spentur um, hvussu fer at ganga við komandi oljuboring á landgrunninum í summar. Hann heldur tað eisini vera rætt at umhugsa at brúka part av komandi oljuinntøkum til nettupp at byggja ein nýggjan flogvøll, sum tá kann koma øllum samfelagnum til góða umframt eini komandi oljuvinnu, ið fer at hava tørv á alternativum flogvølli eisini til sítt vónandi nógva virksemi.