Byggi Service skift eigara

Byggifelagið Arcticon í Havn hevur keypt Byggi Service á Skála. Hóast leiðslan í framtíðini verður tann sama í báðum feløgunum, fer virksemið at halda fram sum áður hjá hvørjum felagnum sær

Byggivinna


Byggifelagið Byggi Service á Skála hevur skigft eigara. Teir báðir Kaj Olsen og Hjørleif Gaard hava selt felagnum Arcticon í Havn Byggi Service.

Arcticon, sum nú hevur keypt Byggi Service, er nýtt byggifelag. Tað varð stovnað í vár, og stjóri er Jón Danielsen, sum fram til 31. mars í ár var stjóri á Skipasmiðjuni á Skála.

Jón Danielsen var á Skipasmiðjuni á Skála í tvey ár, og undan tí var hann átta ár í starvi hjá byggifelagnum J&K Petersen, har hann millum annað hevði ábyrgdina av arbeiðinum, felagið gjørdi í Íslandi.

Jón Danielsen sigur, at nú bæði feløgini koma undir sama hatt, so at siga, verður betri møguleiki fyri samstarvi. Eitt nú fer at bera betri til at gagnnýta ta vitan, sum neyðug er í vinnuni, enn um bæði feløgini skuldu havt til dømis bæði verkføðingar og arkitektar.

Byggi Service fæst við vanligt byggiarbeiði á landi, eins og felagið hevur gjørt nógv av at arbeiða umborð á skipum, eitt nú fyri Skipasmiðjuna á Skála. Nevnast kann, at Byggi Service hevur verið við til at umbyggja vaktarskipið Thorland, sum Esvagt-Thor hevur latið umbyggja á Skála.

Av virksemi, Byggi Service hevur í dag, nevnir Jón Danielsen Tinghúsið og Føroya Sparikass í Hornabø í Havn, eins og felagið eisini ger eina handilshøll í Rituvík fyri Klement Petersen í Runavík.

Arcticon, sum mest fæst við jørð og betong arbeiði, hevur tó eisini okkurt størri byggiarbeiði í gongd. Teir eru í løtuni við at leggja seinastu hond á nýbyggingina hjá Elektron á Hálsi, greiðir Jón Danielsen frá.

Tað næsta stóra arbeiðið, sum Arcticon fer undir, er ein nýggjur smiðjubygningur hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Hann skal reisast har, Fiskacentralurin í síni tíð var. Gamla Fiskacentralin hevur Arcticon tikið niður.

Jón Danielsen sigur, at leiðin, vit skulu ganga, er at leggja slíkar fyritøkur samn undir ein hatt. Soleiðis gerast vit sterkari á marknaðinum og kunnu veruliga byrja at kappast við útlendingar um størri arbeiði. Bæði her hjá okkum sjálvum og úti í heimi.

Smáar fyritøkur við 8-10 monnum duga ikki í slíkum høpi, vísir hann á. Tað fer ov nógv tíð til annað enn tað, tann ávísi skal gera. Eitt nú at teknikararnir brúka upp í hálvar dagar at ganga ørindi, meðan annað so má bíða, ber ikki til.

Nú Arcticon og Byggiservice fara at samstarva, er tað júst eitt stig á teirri leiðini, sigur hann.

Tað arbeiða umleið 20 fólk hjá hvørjum av hesum báðum byggifeløgunum, sum Jón Danielsen nú er stjóri fyri, og tey fara at halda fram í sama starvi, tey eru í.

Annar av gomlu eigarunum av Byggi Service, Kaj Olsen, er framvegis arbeiðsformaður í Byggi Service, meðan Hjørleif Gaard í framtíðini fer at arbeiða sum handverkari, skilst.