Tveir stórur kommunalir bygningar verða í løtuni bygdir í Havnini, skúlin á Fløtum og Musikkskúlin. Eftir avdúkingarnar í Vikuskiftissosialinum um fukttrupulleikarnar á Boðanesheiminum, í skúlanum við Løgmannabreyt, í skúlanum á Argjahamri og í Fimi, hevur Sosialurin sett seg í samband við Mikael Viderø, tekniskan stjóra í Tórshavnar kommunu, at spyrja, hvussu kommunan ætlar at tryggja sær, at nýggju bygningarnir ikki fáa somu trupulleikar.
- Tórshavnar kommuna hevur stórt fokus á hetta, og arbeiðir dagliga saman við bæði arbeiðstakarar og ráðgevarar um at finna fram til loysnir, sum vit í felag kunna standa inni fyri, sigur Mikael Viderø.
Í Sosialinum í dag er samrøða við Bjarna Justinussen, byggifrøðing, um hvønn skaða fukttrupulleikar kunnu elva til.
Hann sigur, at størsti trupulleikin, er at fuktur kann elva til skaða á bygningslutir og -konstruktiónir og at hetta kann stytta um livitíðina. Er fuktur til staðar á skeivum stað, kann hetta elva til eitt nú óynskta tæring og rot í konstruktiónini, ið ávirkar styrkina á konstruktióni.
- Tá talan er um sopp, so finnast mong ymski sløg. Um talan er um eitt nú húsasopp, so ger hesin skaða á træðið og niðurbrýtur tað. Er talan um blámusopp, ger hesin ikki stórvegis skaða á bygningslutirnar í konstruktiónini – harafturímóti kann kann vera til ampa fyri teir persónar ið eru í bygninginum í styttri ella longri tíðarskeið, sigur Bjarni Justinussen.
Hann sigur, at oftast standast trupulleikarnir av eitt nú ótøttum dampsperrum, manglandi ventilatión av inniluftini, manglandi ventilatión av fasadu- og takkonstruktiónum, skeivari eftir-isolering av konstruktiónum ið flytir fuktjavnvágina og óynsktum kuldabrúm.
- Ein serlig avbjóðing vit hava í Føroyum er, at vit árliga hava lutfalsliga nógv avfall og fáar sóltímar, samanborið við eitt nú Danmark. Hetta setir kanska enn størri krøv til at bygningslutir verða vardir fyri regni ímeðan bygt verður, soleiðis at vætan ikki verður innbygd í konstruktiónirnar, og fukturin ikki sleppur burturaftur, sigur Bjarni Justinussen.
Tað er Húsavarðatænastan, ið skal byggja Musikkskúlan, meðan Articon og Búsetur, skulu gera skúlan á Fløtum í felag. Articon bygdi eisini Boðanesheimið og skúlan á Argjahamri, meðan Búsetur bygdi skúlan við Løgmannabreyt.