Byggimálsviðgerð hjá Arbeiðseftirlitinum

Arbeiðsumhvørvislóg-in setir krøv til øll arbeiðs-pláss. Við heimild í arbeiðs-umhvørvis-lógini er kunngerð um inn-rætting av føstum arbeiðsplássum sett í gildi

§ 7: Stk. 2. Ætlanir um nýbygging ella umfatandi innrætting ella broyting av bygningum, hølum og tøkniligum anleggum og útbúnaði v.m. skulu ummælast av Arbeiðseftirlitinum, áðrenn innrætting ella broyting verður gjørd. Tað sama er galdandi, tá ið bygningar, hølir, øki v.m. skulu útleigast til vinnuligt endamál. Tá skal endamálið við nýtsluni av teimum hava verið hjá Arbeiðseftirlitinum til ummælis áðrenn tað verður útleigað.
Soleiðis stendur tað skriva í lógini.
Hvat merkir so hettar og hvør eigur at hava hettar í huganum, t.d. tá ein bygningur skal byggast til vinnuligt endamál, ella eitt høli skal innrættast til arbeiðspláss?
Nýbyging og umfatandi innrætting ella broyting av bygningum og hølum.
Arbeiðseftirlitið skal hava tekningar og aðra neyðuga dokumentatión, s.s.:
? støðuplan, ikki minni enn 1:1000
? flatmyndir av húsunum í máli í minsta lagi 1:100
? tvørskurðir í minsta lagi 1:50
? vinnugrein, hvussu nógv fólk talan er um o.s.fr.,
soleiðis at til ber hjá Arbeiðseftirlitinum, at meta um byggingin stendur mát við tey krøv sum eru sambært arbeiðsumhvørvislógini.
Hetta kravi er eisini galdandi fyri kommunur. Kanska serliga fyri kommunur.
Sambært aðrari lóggávu hevur ein kommuna ikki loyvi til at geva byggiloyvi til eina verkætlan fyrrenn hon hevur tryggja sær at øll neyðug loyvi fyriliggja frá øðrum mynduleikum, sum kunna hava krøv til byggingina.
Í kunngerð um kommunala byggimálsviðgerð, nr. 57 frá 27. apríl 2001 stendur soleiðis:
§ 1. Kommunustýrir kunnu ikki geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at tað sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndugleikum, ið sambært aðrari lóggávu hava heimild at seta krøv til byggingar.
Barnagarðar, útibarnagarðar og onnur ansingarpláss eru at meta sum arbeiðspláss, tí har eru vanliga fólk í arbeiði, at ansa børnunum, og koma hesir bygningar/hølir tí eisini undir arbeiðsumhvørvislógina.
Onnur, ið eiga at hugsa um arbeiðsumhvørvislógina, í samband við byggimálsviðgerð eru t.d.:
? ráðgevnadi virkir
? arbeiðsgevarar
? virkisleiðslur
? útleigarar o.o.

Vegleiðing um innrætting av føstum arbeiðsplássum (V-A001-1).
Arbeiðseftirlitið brúkar reglar, ið samsvara við ta danska "Bygningsreglementet", tá byggimál verða viðgjørd.
Til hettar endamál hevur Arbeiðseftirlitið gjørt eina vegleiðing har tað er greitt frá hvørjir kapitlar verða brúktir.
Vegleiðingin liggur á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum, www.arb.fo, undir lógir-vegleiðingar, men kann eisini fáast við at venda sær til Arbeiðseftirlitið.
Vegleiðing um útgangsumstøður í sambandi við føst arbeiðspláss (V-A001-2).
Umframt omanfyri nevndu vegleiðing, um innrætting, verður eisini víst til hesa vegleiðing, um útgangsumstøður, sum greiðir frá hvørji krøv eru til rýmingarvegir á einum arbeiðsplássi.
Hendan vegleiðingin liggur somuleiðis á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum, www.arb.fo, undir lógir-vegleiðingar, og kann eisini fáast við at venda sær til Arbeiðseftirlitið.