Byggimessa fyri alla familjuna

Fyrsta føroyska byggimessan verður í Ítróttarhøllini á Nabb frá hósdegnum til leygardagin. Og talan er um eina umfatandi messu við nógvum ymiskum framsýnarum, fyrilestrahaldarum umframt undirhald, mat og drekka til alla familjuna

Lýsingartilfar


Tað er nýggja fyritøkan, Kern, sum skipar fyri messuni. Fyritøkan tekur sær í høvuðsheitum av marknaðarføring og bókhhaldi fyri smærri fyritøkur, umframt at hon ætlar at fyriskipa ymisk tiltøk.

Tað eru teir fýra, Jóan Pauli Lamhauge, stjóri, Arni Wintereig, Sigríður á Plógv og Magni Brøðraberg, sum eiga og reka fyritøkuna.

- Vit hava eitt sindur við byggivinnuna at gera, og hildu at tørvur var á einari messu, sum kundi savna vinnuna, bæði fyri at skapa sambond innanhýsis í vinnuni, men sjálvandi eisini fyri at kundin, sum ynskir at byggja hús, kundi hava møguleika at fáa allar veitarar á einum stað, greiðir Magni Brøðraberg frá.

Á messuni verður møguleiki at fáa kunning og tilboð innan alt frá fígging, trygging til byggisnið og byggitilfar.


Skapa samstarv

Magni Brøðraberg sigur, at teir hava arbeitt út frá hugsjónini, at kapping er góð, men samstarv kann røkka enn longri.

- Vit halda, at tað hevur manglað eitt føroyskt forum, har vinnan kann møtast, síggja nýggj produktir og skapa nýggj netverk.

Á pállinum verða ymiskar framløgur, har fyritøkur millum annað kunnu sýna síni produktir og tænastur fram.

- Fleiri fyritøkur hava fingið útlendskar undirleverandørar at koma hendan vegin at halda fyrilestrar, og onkur útlendsk fyritøka hevur eisini bás á messuni, sigur Magni Brøðraberg og nevnir íslendska fyritøku, sum bjóðar útlendska arbeiðsmegi til byggivinnuna.


Eisini til góma og børn

Hóast høvðusinnihaldið á messuni er bygging og alt sum hevur við bygging at gera, so hava fyrireikarnar lagt messuna soleiðis til rættis, at hon er til alla familjuna.

- Við norðara endan á høllini hava vit eitt stórt útispælipláss, sum er innhegnað og har vaktir ansa børnunum. Her kunnu øll børn undir 15 spæla og hugna sær, meðan foreldrini kanna tilboðini inni í høllini, sigur Magni Brøðraberg.

Inni verður tónleikur á pallinum við Finni Jensen frá Páll Finnur Páll, og skipað verður eisini fyri kappingum, sum hava eitt hvørt við byggivinnuna at gera, so sum at smíðja og bora um kapp.

- Og so hava vit eisini matstovu, sum Café Natúr stendur fyri. Matstovan hevur skeinkiloyvi og bjóðar fyrstafloks mat, staðfestir fyrireikarin.

Messan verður opin frá hósdegi til leygardag, og fyrireikarnir vænta, at á leið 1000 til 1500 vitjandi verða um dagin.